Heilsan til Hanne og Kaare

Góðu Mor og Far / Bedste og Bedstefar / Hanne og Kaare!
Hendan heilsanin er til tykkum í sambandi við 40 ára brúdleypsdag tykkara, 8. juni, og í sambandi við, at tit bæði runda pensiónsaldurin í ár: Kaare 16. februar og Hanne 17. juni. Hetta merkir, at tit bæði (partvís) eru liðug við tykkara borgarliga lívsyrki. Og tað er avgjørt vert at mar­kera! Í nærum 40 ár hava tit á hvør tykkara hátt ríkað og givið tykkara íkast til arbeiðslívið, og tað er tí við einum ávísum sorgblídni, at tit so smátt hava valt at gev­ast.
Hvørgin tykkara er føroy­ingur av uppruna, bæði stava úr Jyllandi, Kaare frá Himmer­land og Hanne frá Viborg-leiðini. Og tykkara uppruna hava tit hildið fast í, m.a. tosa tit altíð “jysk” sam­an, so vit børn hava verið von við hesa dialektina og skilja okkara “jysku” familju. Eisini gera tit nógv burtur úr at varðveita sambandið við familj­una og vinir í Danmark, soleiðis at vit børn (og nú eis­ini barnabørn) kenna okkara donsku røtur og føla okkum eisini heima har.
Í august 1976 broyttist tykk­ara tilvera fullkomiliga, tá Hanne sum tann fyrsti av tykkum steig fótin á land í Føroyum. Við sær hevði hon 1½ ára gomlu Dorthe. Tá lá tað ikki í kortunum, at tit skuldu búseta tykkum her í longri tíð. Hanne hevði fingið eitt árs vikariat í Stu­denta­skúl­an­um í Hoydølum, har hon skuldi undirvísa í donskum og týskum, og Kaare var eftir í Danmark fyri at gera sína útbúgving lidna sum chief-maskinmeistari. Men longu árið eftir kom hann til Føroya, hann hevði fingið starv sum maskinmeistari á Bacalao. Og tit gjørdu av at leingja tykkara uppihald á klettunum, í øllum førum til Dorthe skuldi byrja í skúla. Jacob varð føddur í Føroyum í 1979, og Dorthe byrjaði í Venjingarskúlanum á sumri í 1981! Og her eru tit/vit enn! Tað eru vit sera glað og takk­som fyri, og mong onnur við okkum.
Mangan hava fólk undrast á, at tit ikki eru flutt niður aftur, og vit bæði, Jacob og Dorthe, hava ofta fingið spurn­ingin: “jamen, høvdu tit einki tilknýti til Føroya áðrenn?” og “hvussu ber tað til, at tey búgva her enn?” Hetta verður ofta sagt við stórari virðing og við einum eftirfylgjandi “fantastiskt”! Tað at tit avgjørdu at festa røtur í Føroyum, skyldast nógv ymiskt: tykkara opin­leiki fyri føroysku tilveruni/mentanini/matinum, gleði við føroysku náttúruni, at tit skjótt fingu ein breiðan vina­skara, sum vit børn hava tikið til okkum sum okk­ara føroyska familja og sjálv­andi trivnaðurin á arbeiðs­pláss­unum.
Tykkum dámar sera væl at vera úti í føroysku náttúr­uni, og hetta hava vit havt gleði av, hóast vit kanska ikki altíð vóru so glað um hetta sum børn. At verða noydd­ur í regn­klæði og at hava ein Fjäll­räv á bakinum í sjeyti/áttati­árunum var heldur flóvisligt og rættiliga “typiskt danskt”! Men har var eingin bøn – út skuldu vit, líkamikið hvussu veðrið var! Og tað fegnast vit um í dag, tí longu sum smá høvdu vit verið á teimum flestu føroysku oyggjunum og upplivað fjølbroytta før­oyska veðurlagið. Hvørt summ­ar vóru vit í Danmark og vitj­aðu familju og vinir. Og har var heldur einki aftur­hald við upp­livingum av vøkru donsku náttúruni. Vit hava gingið mangar skóg­ar- og strandar­túrar, fyri ikki at nevna allar kirkj­ur­nar og museumini, sum vit hava vitjað. Tí hetta er eisini tykk­ara felags áhugi – at vitja mentanarlig og søgulig støð.
Fyri júst 20 árum síðani gjørdist versonurin, Súni, ein nátúrligur partur av familj­uni, og hann er sjálvsagt eisini vorðin innvígdur í okk­ara familjulív, eins væl og tit nýta gleði av hansara familjuuppruna. Hetta sæst serstakliga aftur í teimum mongu góðu ferðunum, vit hava havt saman við tykk­um við Gjógv. Fyri ikki at gloyma ferðirnar til summar­húsið í Hals, har Súni sanni­liga er vorðin væl og virði­liga inn­vígdur í tykkara ovur­stóru gleði av at heinta ber. Mang­an er hann vaktur á miðjari nátt fyri at verða við á eitt nú “hyben-veiðu” í prikandi runn­um, fyri síðani at reinsa tær saman við Kaare á terass­uni til seint um kvøldið, með­­an Hanne ger klárt til súlt­ingina í køkinum. Hetta er alt gjørt við hugna og gleði og njótingini av “en stille dram”! Tá tit blivu Bedste og Bedstefar fyri fyrstu ferð fyri 12 árum síðani, gjørd­ust hesar ferðirnar enn stutt­lig­ari og hugnaligari. Og nú eru barnabørnini trý í tali. Tey, Sofía, Jóhanna og Kristian, hava tvey fantastisk Bedste og Bedstefar, sum tey eru sera góð við. Ikki ber til at siga í orðum, hvussu nógv tit hava at týða fyri tey trý.
Hóast tit altíð hava ver­ið glað um at búgva í Før­oy­um, vóru árini 2005-2006 rætti­liga tyngjandi fyri tykk­um. Hetta var orsakað av kjakinum um 266b. Tað var eyð­mýkjandi og hart fyri tykkum og okk­um at fylgja við í tí til tíðir niðr­­­a­ndi orða­skiftinum bæði á polit­iska pallinum og í fjøl­miðlunum. Men tit hava altíð stuðlað Jacob 100 procent, og hetta vísti Hanne eisini, tá hon var við í sjónvarpssendingini, Cassio­peia, sum m.a. snúði seg um at vera foreldur at einum sam­kyndum í Føroyum.

Góða Mor/Bedste/Hanne!
Tú hevur í samfull 38 ár sett tín serstaka dám á Før­oya Studentaskúla og Hf-skeið, bæði sum undirvísari og sum bókavørður. Hvat hevði skúlin verið uttan títt ídni, tín eldhuga og tín stóra áhuga! Vit hava ikki tal á, hvussu ofta vit hava hoyrt frá fyrrverandi næmingum hjá tær, at “Hanne, hon er besti lærari, eg nakrantíð havi havt” og “Hanne er tann lærarin, sum vakti mín áhuga fyri bókmentum”! Arbeiðið hjá tær hevur verið/er eitt lívsstarv, og sum tú sjálv orðar tað, hevur tað verið eitt kall at gerast lærari. Í tínum arbeiði ert tú sera nærløgd og 100 % perfektionist, og tað merkir, at tú setur høg krøv til tín sjálvs og eisini til næmingarnar. Hóast tað ert tú sera umsorganarfull og góð við teir - strong, men rættvís. Kanska ikki av tilvild at tú hevur lisið týskt, orðingin “Ordnung muss sein” hóskar framúr væl til tín! Og nú hava tey á Læraraskúlanum eisini fingið gleðina av tín­ari undirvísing, og her hevur tú valt at halda áfram eina tíð afturat. Umframt undir­vís­ingina kundu vit valt eina ørgrynnu av øðrum starvs­økjum, har tú hevur havt ein týdningarmiklan leiklut.

Góði Far/Bedstefar/Kaare!
Tú byrjaði sum chief á Bacalao (síðani Fiskavirking) í 1977 og arbeiddi har fram til 1996. Vit, Dorthe og Ja­cob, minn­ast serliga væl fiska­lukt­in av tær, tá tú kom aft­ur frá arbeiði. Tað var ikki nakar ódámligur luktur, tað var meira eitt gott tekin um, at nú var tú komin heim. Tí tú arbeiddi nógv og ofta til seint út á kvøldið. Og tað kom meira enn so fyri, at tú eisini varð uppringdur um náttina, um nógvur fiskur var, og onkur maskina var gingin fyri. Tú var álitið har, eingin ivi um tað. Frá at hava arbeitt saman við nógvum fólki valdi tú at royna eina nýggja avbjóðing, sum stóð tær í boði, og tað var at gerast umboðsmaður hjá Scanvægt í Føroyum. Nú skuldi tú royna teg sum sjálvstøðugur, hóast tú komst runt alt Før­oyaland til nógvar ymsar kund­ar. Hetta var eitt sera tíðar­krevjandi arbeiði, og tær dámdi tað væl. Kortini kom tað væl við, at tú orsakað av bygnaðarligum broytingum fekk starv hjá Formula, ikki minst tí at her fekst tú aftur góðar starvsfelagar og eitt sera gott arbeiðspláss. Og sum tað arbeiðsgrev tú er, fer tú sjálvandi ikki heilt frá enn, men hevur fingið eina serstaka avtalu, so tú arbeiðir niður­setta tíð. Og hetta hevur tú valt eina­mest við tí fyri eyga at hjálpa okkum við húsin­um Við Myllu­tjørn.
Nú eru tit bæði sum tveir frælsir fuglar og hava møgu­leika at gera tað, sum tit eisini brenna fyri – at ferð­ast til fjar­­skotin lond. Í 2010 vóru tit í Sýria, áðrenn borgara­kríggi brast á, og í oktober gongur leiðin til Iran. Men áðrenn heystið kemur, vilja tit hjálpa okkum við hús­in­um. Stóra takk fyri tað!
Vit vilja enda við at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við øllum døgunum! Blíðan byr í tí nýggja. Vit gleða okk­u­m til allar løturnar saman við tykkum!
William Heinesen: (brot úr) Thi natten kommer (1972)

Da aner du
her ved vejs ende
hvor dine spor fyger til
den evige begyndelses ansigt.
Meget er for sent.
Mangt er forspildt.
Men alt er endnu i vorden.

-----
Sofía, Jóhanna, Kristian, Jacob, Súni og Dorthe