Heilsan til mammu á 85 ára føðingardegnum

Í dag 11. november verður Andrea Poulsen, Saltangará 85 ár.

Hon er fødd og uppvaksin í Syðrugøtu, dóttir Tofta Ingu og Michael. Hon er elst av sjey systkjum, seks systrar og ein beiggi. Hesi eru: Poula Thomsen, Syðrugøta, Arna D. Hansen, Svínáir, Daniel Pauli Dalbø, Syðrugøtu, Dagny F. Hansen, Fuglafjørður, Jona Johansen, Tórshavn, og Dania Andreassen, Tórshavn. Dagny og Jona eru ikki millum okkum meira.


Mammu dámar væl at greiða okkum frá sínum uppvøkstri. Hóast vit kunnu hugsa okkum, at tað hevur verið strævið at verða elst av sjey systkjum og liva tá í tíðini, so er tað altíð tað góða í myndar hennara frásagnir.


Vit hoyra mangan um hennara barnaskúla í Gøtugjógv, har næmingarnir skuldu siga góðan dag á ein ávísan hátt, standa rætt og ganga við strektum tær. Vit kunnu bara sanna at hóast bert sjey ára skúlagongd, so hevur mamma lært nógv. Hon skrivar m.a. sera rætt føroyskt, dugir mállæru og hevur eina vakra hondskrift.


Í 1938 var mamma í Danmark við skúlabørnunum og var hetta ein sera spennandi og læruríkur túrur. Samband hevur alla tíðina verið við familjuna mamma búði hjá í Danmark. Men knappliga var onki at frætta frá teimum. Mamma var í Danmark fyri nøkrum árum síðani. Hon vitjaði aftur í Fartrup og fann útav, at tey 3 húsfólkini vórðu deyð, øll innanfyri heilt stutta tíð. Og einans sonurin livdi eftir, og var hann fluttur. Mamma hitti hann tó har hann búði, og sjálvt um nógv ár vóru liðin síðani seinast tey sóu, so høvdu tey bæði nógv at tosa um.


Sum 16 ára gomul fór mamma til Norðragøtu at tæna hjá Øregaard. Hon flutti eisini saman við teimum inn í Dalin. Síðani fór hon til Klaksvíkar at tæna hjá Kjølbro, har møtti hon babba, Alfred hjá Thominu av Eiði. Hann lærdi tá á bedingini í Klaksvík.Tá babba var liðugur at læra gekk leiðin hjá mammu og babba til Keypmannahavnar. Babba fór at lesa til maskinmeistara og mamma lærdi at seyma.Tey giftust í Salomonskirkjuni 3 august 1952. Keyptu sær hús á H.C Ørstedsvej í Keypmannahavn. Babba fór aftaná lidnan lestur út at sigla og mamma var heima hjá børnunum Agnar og Annvør, sum vóru fødd í Danmark. Síðani avgjørdu tey at fara heim aftur til Føroyar. Tey bygdu sær hús í Saltangará og fingu fýra børn aftrat, Atli, Allan, Ann og Anja.


Vit halda, at mamma mangan hevur haft úr at gera við okkum seks virknu børnum, men tað hevur hon ongantíð gramt seg um. Og hon passaði okkum fyrimyndarliga.


Mamma hevur eisini arbeitt sum frisør og tað viðførdi ofta at vit genturnar gingu við krúllutum hári. Eisini hoyrdu vit fyri tað, um hon hevði plússa onkrum dreingi.


Mamma er framvegis frísk og ferðug. Hon ger morgunfimleik hvønn morgun, gongur ørindir, spælir “gekk”, fer á bingo, er dadda um tørvur er á tí, koyrir bil, bakar breyð, pressigerðskøku og annað gott, sum vit øll nýta gott av. Og nógv eru pløggini, ið verða greidd úr hennara hondum.


Familjan er vorðin stór 6 børn + svigarbørn, 19 ommubørn og 10 langommubørn. Mamma vísir stóran áhuga fyri øllum og hon fylgir væl við har, ið vit øll búleikast. Hon veit alt um sjómennirnar í familjuni, hvat tey yngstu langommubørnini viga, fylgir væl við ítróttinum og sertakliga støðuni í vodafonedeildini.


Hetta, ið her er fest á blað, eru bert nøkur fá minni frá okkara barnaheimi. Tað kundi verið so nógv annað at skriva um, men vit vilja bara takka okkara allarbestu mammu fyri alt, sum hon hevur verið fyri okkum og okkara. Hjartaliga tillukku á 85 ára føðingardegnum og Guds signing.


Føðingardagurin hjá mammu verður hildin saman við børnum og systkjum.


Børnini