Nicala, sum var fødd við Dowm Syndrom, hevur sum mong onnur búleikast á stovni í Danmark síðani hon var 5 ára gomul. Eftir at hava verið í Danmark í 30 ár, var hon ein av teimum sum flutti heim aftur til Føroyar at búgva á Eirargarði og síðani 1996 hevur hon havt sín bústað á Bústovninum í Runavík. Hennara dagliga yrki hevur verið á Verkhúsinum Stíggj og fyri at lýsa persónin Nicalu, var hon ein sum sat í koyristóli, hevði einki hár og einki verbalt mál, men tað sum sermerkti hana var at ein kundi ikki umgangast at vera góður við hana, tá hon við sínum eyðkendu prutliljóðum, sum var hennara einasta samskifti hon hevði, tá hon vildi fortelja okkum hvat hon vildi, og serliga tá kirkjusálmar tónaðu í útvarpi ella sjónvarpi, royndi hon av øllum alvi at syngja við í sálmunum, so at allur koyristólurin dandaði. Ta síðsta árið hevur Nicala ikki verið á Verkhúsinum Stíggj, av tí at heilsan var farin at bila, og hevur hon sostatt verið á Bústovninum og blivin røktað og passað og havt tað gott og hevur fylt nógv í dagligdegnum fyri okkum øll, sum hava verið um hana. Nicala hevur alla tíð havt eitt gott familjunetverk rundan um seg, og serliga nú tá hon hevur ligið á sjúkrahúsi og ligið so veik her á stovninum, hevur hennara familja verið nógv um hana og verið sera góð við hana. Nú er okkara kæra Nicala farin heim til hvíldarstaðin, har hon hevur tað allarbest, og har hon fær allan tann tørv dekkaðan, sum hon hevur brúk fyri. Vit her á Bústovninum vilja við hesi heilsan siga Nicalu tøkk fyri alt tað sum hon hevur lært okkum og ynskja Guðs frið yvir tey ríku minnir, vit hava um hana.
Ynskja vit øll á Rúnarvegi í Runavík