Heilsuskaðiligt hátíðarhald í Hovi

Í opnum brævi til Landsverk undrast landsstýrismaðurin í heilsumálum, Hans Pauli Strøm, á, at fólk skulu renna og súkkla aftaná at bilafylgi fyrst er farið ígjøgnum Hovstunnilin, tá hann letur upp í dag. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður skrivar í brævinum:

Eri afturkomin av arbeiðsørindum í kvøld, fríggjakvøld, og í samband við at

Hovstunnilin letur upp leygardagin, síggi eg í lýsing frá Landsverk, at

aftaná hornorkestur, røður og snóraklipping ?fer bilafylgi gjøgnum tunnilin.

Aftaná koma motorsúkklur, súkklur og rennarar og fólk til gongu?.

Her má onkur álvarslig misskiljing vera, tí ikki kann tað vera meiningin at

fólk skulu koma rennandi og til gongu aftaná bilar og motorsúkklur. Sum

landsstýrismaður í heilsumálum haldi eg ikki at tað ber til at bjóða fólki

hetta. Tí vænti eg sjálvandi at raðfylgjan verður tann øvugta: at fyrst fara

fólk, sum skulu ganga og renna, og so koma bilar og motorsúkklur aftaná.

Soleiðis var tá Vágatunnilin og Norðoyatunnilin lótu upp - sama má vera

galdandi fyri Hovstunnilin.

Vinarliga

Hans Pauli Strøm,

landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum