Fólkaflokkurin er fyri tí privata, men tá spurningurin um heilsutrygd var fyri, valdi flokkurin at taka undir við uppskotinum, og hvussu ber tað so til.
- Tað eru fleiri orsøkir til tað, men tá tað verður sagt at tað verður lagt oman á skattin, so merkir hetta ikki, at vit koma at hækka nakran skatt, sigur Jákup Mikkelsen.
Tað er soleiðis, at í 2010 og 2011 fara øll at gjalda tað sama í heilsutrygdargjaldi, 245 krónur um mánaðan, og fyri summi er hetta meiri enn í dag, fyri onnur minni.
- Eftir 2012 verður tað soleiðis, at gjaldið fyri heilsutrygd verður ein partur av almennu útreiðslunum, og ætlanin hjá Fólkaflokkinum er avgjørt ikki, at skatturin skal hækkast fyri tann skuld, sigur Jákup Mikkelsen.
Málið er beint í trivnaðarnevndina, har Jákup Mikkelsen er formaður, men fer hann at leggja dent á at fáa nakrar broytingar framdar i nevndini, áðrenn málið kemur til aðru viðgerð?
- Uppskotið hevur verið á veg í rættiliga langa tíð, og hetta er eitt av teimum uppskotunum, ið hevur verið rættiliga væl gjøgnum arbeitt, og tað er eingin ivi um, at tað er ikki nógv, ið skal nemast við, so eg vænti, at málið fær eina skjóta og góða viðgerð í trivnaðarnevndini, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at aðalmálið í uppskotinum er at javnseta allar føroyingar viðvíkjandi inngjaldinum og teimum tænstum, sum verða veittar, umframt at skipanin verður munandi bíligari fyri persónar undir 18 ár og fyri pensjónistar.
- Tað, sum eg rokni við hevur størstan áhuga millum fólk er, at undir nýggju skipanini koma pensjónistar ongantíð at gjalda meiri enn 1195 krónur um árið, meðan teir undir verandi skipan kunnu rinda heilt upp til 2400 krónur um árið, sigur Jákup Mikkelsen.
Fegin um uppskotið
Hetta sama er galdandi fyri persónar undir 18 ár, meðan fólk harímillum, tað vil siga frá 18 árum upp til pensjónsaldur, í mesta lagi koma at rinda 1600 krónur um árið.
- So hetta verður ein skipan, sum ger tað, at tey, ið hava størstan tørvin á heilivági, ikki fara at gjalda so nógv, sum tey gera í dag, og tað er ein positiv vend, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann sigur, at tað er av stórum týdningi, at keyp av heilivági ikki gerst ein alt ov stór byrða fyri tey, ið hava brúk fyri nógvum heilivági.
- Tey fólk, ið ikki hava brúk fyri so nógvum heilivági, fara ikki at fáa nakað ískoyti, men eru við at fíggja skipanina, sigur Jákup Mikkelsen.
Hann heldur talan er um eitt ómetaliga gott uppskot fyri fólk, sum hava brúk fyri tí, sum enn er sjúkrakassin.
- Eg má siga, at eg sum formaður í trivnaðarnevndini eri sera feginum um, at málið er komið so langt, og eg fari at takka Aksel Johannesen, landsstýrismanni í heilsumálum, eins og fyrrverandi heilsumálaráðharra, Hans Paula Strøm, fyri eitt væl úr hondum greitt arbeiði, sigur Jákup Mikkelsen.
Men hann gloymir heldur ikki tey fólk, sum trúliga hava umsitið sjúkrakassarnar.
- Sjúkrakassarnir hava havt eina fantastiska søgu og hava havt ein sera stóran týdning. Teir hava verið umgyrdir av fólki, ið hava víst eina sera stóra ábyrgd og eg haldi, at tað arbeiði, tey hava lagt eftir seg, hevði verið gagnligt at sæð aftur í almennu stovnunum generelt, sigur Jákup Mikkelsen.
So tað er við eitt sindur av sorgblídni, at hann sigur farvæl við sjúkrakassarnar.
- Men tíðir broytast, og nýggja skipanin fer uttan iva at verða til gagns fyri brúkararnar og eg vænti, at fólk fara at fegnast um, at tey, ið hava mest brúk fyri heilivági, fara at gjalda út við helvtina av tí, tey gjalda í dag, sigur Jákup Mikkelsen.