Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtaluna í Vestmanna

Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtaluna í Vestmanna

 

Um størvini

 

Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.

 

Størvini eru:

 

2 størv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Vestmanna (Heilsuøki 3).

 

Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkaði størv frá 1. apríl 2026 til 31. mars

 

2027.

 

Førleikar og eginleikar

 

• Tú hevur eina heilsufakliga útbúgving, eitt nú sum sjúkrarøktarfrøðingur, ella útbúgving

 

sum læknaskrivari

 

• Tær dámar væl at hava nógv um at vera og at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við

 

øðrum

 

• Tú ert fyrikomandi

 

• Tú dugir at halda skil á upplýsingum og, tá tað er neyðugt, at gera metingar um, hvat er

 

viðkomandi ella hevur størst týdning

 

• Tað kann verða ein fyrimunur, um tú hevur royndir frá kommunulæknaviðtalu ella hevur

 

viðkomandi skeið, men hetta er ikki ein treyt

 

Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.

 

Lønar- og setanartreytir

 

Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi

 

yrkisfelag.

 

Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at

 

umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari

 

setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.

 

Umsókn

 

Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til

 

heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík

 

Umsóknir til størvini í Vestmanna skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi kl. 13.00 hósdagin

 

26. mars 2026.

 

Størvini verða sett frá 1. apríl 2026 ella eftir nærri avtalu.

 

Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen,

 

deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo

 

Postsmoga 52 / Klaksvíksvegur 7 / FO-710 Klaksvík / Tlf. +298 61 40 00 / T-post: heilsutrygd@heilsutrygd.fo