Pensjónsaldurin skal ikki hækka skjótari enn tað, sum varð samtykt í Løgtinginum 24. apríl í 2018. Tað merkir, at pensjónsaldurin í fyrst lagi kann hækka til 70 ár í 2053.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum.
– Hetta hava vit alla tíðina hildið verið tað rætt, men tá tú ert í eini samgongu, so semjur gjørdar, sum ikki altíð passa øllum pørtum líka væl.
Tá lógin varð samtykt í 2018 varð tað gjørt í samráð við fakfeløg og fleiri aðrar partar. Fakfeløgin hava síðani kallað tað fyri eina kontrakt millum Løgtingið og fakfeløgini um pensjónsaldur, sum ikki skuldi við skjótari ferð, enn tað sum tá varð samtykt.
Eitt nú atkvøddi ringkvinnan Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtak tá og nú hjá Verkafólki, fyri tí lógaruppskotinum, sum Javnaðarflokkurin nú ætlar at venda aftur til.
Bæði Bárður á Steig Nielsen og Johan Dahl úr Sambandsflokkinum hava eisini víst á hendan leistin, hóast Sambandsflokkurin atkvøddi ímóti uppskotinum í 2018.
Sambært galdnandi lóg, so skuldi Løgtingið í 2025 taka støðu til, hvat pensjónsaldurin skuldi vera í 2035. Tað hevur Løgtingið ikki gjørt, tí ætlanin var at pensjónsaldurin skuldi hækka skjótari.
Júst tað uppskotið, sum Framsókn knýtti saman við málinum um Suðuroyartunnilin, var tað sum útloysti nývalið, sum løgmaður skrivaði út beint eftir at málið um Suðuroyartunnilin varð samtykt, og beint áðren 3. viðgerð av uppskotinum um at hækka pensjónsaldurin.
Løgtingið hevur samtykt tvey tey fyrstu stigini í at hækka pensjónsaldurin fyrist til 67,5 og síðani til 68 ár. Tað er tað, sum varð gjørt í 2018. Síðani skal Løgtingið, sambært hesi lóg, taka støðu fimta hvørt ár til pensjónsaldurin um 10 ár. Tað skuldi so verið gjørt í fjør. Aksel V. Johannesen sigur, at tey mugu líka finna út av, hvussu man ger nú tey eru farin eitt ár forbí freistina. Ein møguleiki er, at so hækkar pensjónsaldurin bara eitt ár seinni í øllum stigum.
Í lógartekstinum í galdandi lóg frá 2018 stendur soleiðis:
Fólkapensjónsaldurin er:
1) 67 ár fyri persón, ið er føddur áðrenn 1. juli 1957.
2) 67 ½ ár fyri persón, ið er føddur í tíðarskeiðinum 1. juli 1957 til 31. desember 1962.
3) 68 ár fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Stk. 2. Í 2025 og 5. hvørt ár eftir hetta verður gjørd útrokning sbrt. stk. 3, um fólkapensjónsaldurin skal tillagast fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962.
Stk. 3. Fólkapensjónsaldurin fyri persón, ið er føddur eftir 31. desember 1962 verður hækkaður, um so er, at miðallívstíðin sambært eini meting frá Hagstovuni fyri tey 65-ára gomlu seinastu 2 árini fer upp um lívstíðina í 2013-2014, ið var 85,5 ár. Lívstíðin verður gjørd upp sum eitt einfalt miðaltal fyri menn og kvinnur.
Um lívstíðin er hægri enn 85,5 seinastu 2 árini, ásetur landsstýrismaðurin fólkapensjónsaldurin samsvarandi lívstíðini fyri tey 65-ára gomlu seinasta árið lagt afturat ein treytaður vøkstur í lívstíðini á 0,2 ár og frádrigið eitt fólkapensjónstíðarskeið á 18 ár. Avrundað verður niður til næsta hálva ár.
Stk. 4. Fólkapensjónsaldurin verður tillagaður við í mesta lagi ½ ári í senn. Fólkapensjónsaldurin verður ásettur í løgtingslóg við virknaði frá 1. januar í álmanakkaárinum 10 ár aftaná árið, tá fólkapensjónsaldurin varð tillagaður sambært stk. 2.”
Tað hetta, sum Javnaðarflokkurin nú hevur gjørt av at venda aftur til, sigur Aksel V. Johannesen.










