Tvey útlendsk oljutangaskip í ljósum loga

- Skipini vórðu álopin í irakiskum sjógvi í Persaraflógvanum, veit Reuters at siga í kvøld

 

Í kvøld skrivar Reuters, at tvey útlendsk oljutangaskip standa í ljósum loga eftir álop í irakiskum sjógvi.

 

Sum skilst, eru skipini lastað við irakiskari olju, og irakisku havnamyndugleikarnir vátta hendingina.

 

- Skipini vórðu álopin í irakiskum sjógvi í Persaraflógvanum, veit Reuters at siga.

 

Sagt verður, at 25 av manningunum eru fluttir av skipunum, og sambært havnarmyndugleikunum í Irak brenna skipini framvegis.

 

Iran heldur uppá, at øll amerikansk og ísraelsk skip - ella skip, sum flyta olju fyri hesi bæði londini - eru lóglig mál í krígnum.