So var tíðin aftur komin til ta eftirhondini árligu og afturvendandi løtuna har heilsuverkið er í brennidepilinum. Hesuferð fyrst við biddaragongu og innanhýsis stríð, og nú seinast við verkfalli hjá sjúkrarøktarfrøðingum. Alt er eitt symptom upp á eitt sjúkt og dysfunktionelt sjúkrahúsverk. Søgan endurtekur seg og tykist versna frá ár til ár.
Órógv valdar og ábendingar eru um, at sjúkrahúsverkið er mestsum við at rakna innanífrá. Felagsnevnarin eru starvsfólkabólkar sum eru misnøgdir og ikki føla seg virðismettir og eitt kroniskt og áhaldandi undirfíggjað heilsuverk.
Eyðmýkjandi og møðandi hjá sjúklingum og borgarum at vera vitni til og ørkymlandi hjá fakfólkið, sum saman við sjúklingum ferð eftir ferð skulu vera noydd at fara ígjøgnum og vera partar av hesum afturvendandi glantrileikum. Men hetta er alt væntandi og væl skilligt.
Lága ambitiónsstøði
Heilsuverkið er útarmað sum tað er, og tað er óvirðuligt at enda í tílíkari støðu, men tað vísur bert, at her er spart inn á bein og nakað væl afturat. At fíggja og reka eitt nútímans og tíðarhóskandi heilsuverk, ið fylgir við tí støðugu menningini kostar nógv og verður dýrari í framtíðini. Framvegis tykjast føroyskir politikarar ikki at skilja hetta. Fíggjarligu raðfestingarnar bera týðiliga boð um hetta. Viðferðin og raðfestingin av heilsuverkinum sær ikki sín líka í hinum Norðurlondunum.
Tað fæst eingin veruligur framburður, um alt allatíðina snýr seg um spariátøk. Framsøkni og visiónir hava ikki nakað virðið um tey ikki verða umsett frá stórum orðum og ritgerðum.
Meðan Føroyar velur lægsta bluss fyri heilsuverkið flytur heilsuverkið í hinum Norðurlondunum seg støðugt fram á leið, og tó at tað sjálvandi eisini er við avbjóðingum tykjast politikarar í grannalondunum í størri mun at virðismeta heilsuverkið og raðfesta tað hareftir. Hetta hava borgarar bæði ynski um og krav uppá. Nógv størsti parturin av fólkinum í samfelagnum fara upp á eitt ella annað tíðspunkt í lívinum at koma í samband við og hava tørv á tænastum í heilsuverkinum. Ynski og kravið er sjálvandi tá, at tað er nútíðarhóskandi og kann veita hjálp, ið kann sammetast við støði í grannalondunum.
Hálvgjørt mestsum ógjørt
Har vóru glottar at hóma við einari menningarætlan, men hon hevur lítið virði og fer ikki at muna stórvegis, um tað einasta ætlanin at fylgja er, at hava eina felags leiðslu fyri tey trý sjúkrahúsini. Har restar framvegis nógv eftir at umseta í praksis og hetta gongur alt ov striltið og hevur framvegis lyndi til at drukna í køvandi lokalpolitikki ella vantandi raðfesting. Tað er framvegis alt ov lítið sum er ført út í verkið. Tað er ikki nøktandi at tilmælini skulu setast í verk yvir eitt áramál.
Sum dømi kann nevnast at innføra eina felags visitering og ein samskipaðan bíðilista fyri alt landið. Onnur dømi eru, at dagskurðviðgerðir og rehabilitering í størri mun gerast í Klaksvík og í Suðuroy, meðan størri skurðviðgerðir og akutt álvarsliga sjúk eiga at fara beinleiðis á LS, sum umframt tað tvørfakliga toymið sum krevst eisini hevur tær stuðulsfunktiónir sum eiga at vera til taks tá, so sum intensiv deild, blóðbanka, rannsóknardeild og røntgendeild við m.a CT og MR skannarum.
Eisini áttu starvsfólk í størri mun at kunna arbeitt runt á teimum trimum sjúkrahúsunum. Hetta hevði gagnnýtt tilfeingi betur og verið við til at betra um samskifti um vitan og royndir, um somu tíð sum tað hevði kunna bøtt um samstarvi millum tey trý sjúkrahúsini. Tað átti ikki at verið neyðugt við einum áramáli at framt hetta. Tað er sannlíkt, at tey trý sjúkrahúsini koma framvegis at hava úr at gera hvør sær, hóast ein umskipar hvat hvørt sjúkrahús skal gera og fylgir tilmælunum í menningarætlanini.
Tað tykist sum stígur er komin í at seta menningarætlanina út í verkið. Nú valdar tøgn og nógv latast halda at nú er vend komin í og alt er blivið so nógv betur. Sannleikin er tó í nógvum førum ein annar. Einki er broytt við grunnleggjandi trupulleikan, sum er at játtanin framvegis er ov lág í mun til tørvin.
Ábyrgdarfráskriving
Tá politiska skipanin nú lastar leiðslu og starvsfólk fyri vánaliga fíggjarstýring ber tað brá av fullkomiliga ábyrgdarfráskriving. Rópt hevur verið varskó nú í fleiri ár um at raðfesta og samskipa heilsuverkið á ein betri hátt. Men tað er politiska skipanin sum hevur evstu ábyrgd av, at tað bæði hevur tikið alt ov langa tíð, og at tað framvegis ikki er framt á nøktandi hátt, hóast tað nú finst ein menningarætlan. Politiska skipanin má taka ábyrgdina av, at hetta er so mikið illa frágingið orsakað av, at hon ongantíð áður og framvegis ikki er før fyri at draga somu línu tá tað kemur til føroyska sjúkrahúsverkið.
Beinleiðis ódámligt, átaluvert og ábyrgdarleyst at tað nú verður lagt eftir starvsfólkum. Tað verið seg leiðslu sum starvsfólk á gólvinum. Um nakar ivast um tað veruliga er spart inn á bein á LS, so er at spyrja starvsfólk sum síggja støðuna handan teir fýra veggirnar.
Fakta handan leiktjaldið
Sambært Nordisk statistikk hevur Føroyar játtað minst til heilsuverkið í prosent av BTÚ sammett við hini Norðurlondini heilt aftur til 2010. Alt tað sum nú sæst hevur verið væntandi og er ein nátúrlig avleiðing av raðfesting tey seinastu árini og tað átti tískil ikki at komið óvart á nakran, men ábyrgdin av tí hava politikararnir.
Undrunarvert at henda pjøssing upp á heilsuverkið við nøkrum smáum eykajáttanum fær fólk at ressast, tá trupulleikin snýr seg um kroniskt ov lítla játtan til heilsuverkið gjøgnum fleiri ár.
Tað er eyðsæð at fíggjarkarmar og játtan skulu haldast, men tað er líka sjálvsagt at hetta er meir trupult, tá játtanin kanska í veruleikanum hevur verið ov lág gjøgnum fleiri ár samstundis sum kravt verður áhaldandi um meir effektivisering og rasjonalisering. Virksemi er á øllum økjum hækkað munandi tey seinastu árini.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 verður staðfest, at á LS er á skurðdeildini alt frá innleggingum, ambulantum viðgerðum, skurðviðgerðum og dag skurðviðgerðir økt hvørt einasta ár seinastu árini. Í 2011 vóru 3222 innleggingar og 3668 í 2016. Øking upp á 14%. Ambulantar viðgerðir hevur støðugt økt ár um ár frá 20.561 til 29.837 í 2016, tvs. hækking upp á heili 45%. Skurðviðgerðir frá 2049 í 2011 til 2414 í 2016, økt við 18%. Dag skurðviðgerðir er somuleiðis økt frá 559 í 2011 til 617 í 2016., hækking upp á 10%.
Sama gongdin hevur verið á medisinska deplinum har tað vóru 4436 innleggingar í 2011 og 5431 í 2016, tvs. hækking upp á 22%. Ambulantar viðtalur hava eisini økt ár um ár frá 23.469 í 2011 til 28.565 í 2016, tvs. hækkað við 22%. Á psykiatriska deplinum eru innleggingar farnar frá 279 í 2011 til 288 í 2016, økt 3%, meðan ambulantar viðtalur eru farnar frá 8471 í 2011 til 12.610 í 2016, hækking upp á 48%.
Á bráðdeildini eru skaðastovuviðgerðir øktar frá 2535 í 2011 til 7706 í 2016, tvs. øking upp á yvir 200%! Diagnostiski depilin sum umfatar røntgendeild, patologi og rannsóknarstovu hava eisini økt virksemi munandi við 27.210 rannsóknum í 2011 til 34.372 í 2016, økt 26%. Rannsóknarstovukanningar hava økt frá 524.268 í 2011 til 663.189 í 2016, tvs. øking við 26%.
Tað kann hugsast at gongdin hevur verið tann sama á KS og SS, tó at tølini væntandi eru minni. Tað er somuleiðis væntandi at øll tølini framvegis fara at hækkað í árini sum koma. Hetta er júst sama gongdin sum sæst í grannalondunum.
Sambært Hagstovuni vóru í alt 296 seingjarpláss á teimum trimum sjúkrahúsunum í 2000 og 205 í 2016, tvs. minkað við 31%. Samanlagt vóru 10.319 innleggingar í 2000 og 11.681 innleggingar í 2016 á teimum trimum sjúkrahúsunum, t.e øking upp á 13 %.
Framvegis á aftasta plássi
Sambært fíggjarlógaruppskotinum fyri 2018 var nettoútreiðslujáttanin til Landssjúkrahúsið 586 mio í 2015 og 612 mio í 2016. Tað verður mælt til at hækkað nettoútreiðslujáttanina til LS úr 623 mio. í 2017 til 633 mio. fyri 2018, 636 mio fyri 2019 og 639 mio fyri 2020. Her skal viðmerkjast at løguætlan ikki er tikin við, sum eitt nú nýggi bygningurin á LS. Fyri Klaksvíkar sjúkrahús verður mælt til at nettoútreiðslujáttan verður verandi tann sama næstu árini uppá uml. 68 mio. Fyri Suðuroyar sjúkrahús verður eisini mælt til nettoútreiðslujáttan verður verandi tann sama næstu árini upp á uml. 62 mio. Hækkaða játtanin seinastu árini stendur tó als ikki í tráð við tørvin. Ein má eisini hyggja eftir hvussu nógv hetta er sammett við grannalondini og hvussu nógv svarar tað til bæði í mun til prosent av BTÚ og í mun til hvønn íbúgva. Tí gevur tað ikki eina nøktandi og fulla mynd bert at tosa um at játtanin er hækkað við nøkrum milliónum.
Í Føroyum er hetta munandi minni sammett við grannalondini. At ein lutfalsliga stórur partur av samlaðu játtanini fer til sjúkrahúsverkið er ma. til viðgerðir uttanlands og konsulentskipanir vegna vantandi serlæknar í Føroyum.
Føroyar er sostatt framvegis tað Norðurlandið sum liggur aftast og sum játtar minst til heilsuverkið í prosent av BTÚ og í mun til hvønn íbúgva. Yvirlit frá Nordisk statistik vísur, at sambært seinastu tølini í 2014 fyri Føroyar var tað 7,4 % í mun til Ísland sum kom næst við 8,9 %, meðan Svøríki lá ovast við 11,2 %.
Til samanberingar kann eisini nevnast at sambært OECD brúkti Norra tað sum svarar til uml. 43.000 dkk pr. íbúgva í 2015, Danmark uml. 35.000 dkk pr. íbúgva og Svøríki tað sum svarar til uml. 36.000 dkk pr. íbúgva í 2015, meðan Føroyar í 2015 brúkti uml. 20.000 dkk pr. íbúgva. Norska statistisk sentralbyrå hevur almannakunngjørt, at Norra brúkti 326 millardir upp á heilsu í 2016 ella 62.000 nok (51.000 dkk) pr. íbúgva.
Tølini tala sítt klára mál og avleiðingarnar verða hareftir. Um nakar helt at tað skuldi verið bíligt at reka nútímans heilsuverk, so hevur viðkomandi tørv á eini veruleika leiðbeining. At játtanin er hækkað sigur ikki nóg nógv og kann ikki kallast annað enn pjøssing. So leingi hetta er hugsunarhátturin verður væntandi at støðan fer at endurtaka seg. Hesuferð sigst tað vera ljósmøðrastríðið sum var orsøkin, næstu ferð verður tað okkurt annað meir ella minni óvæntað, sum ber við sær biddaragonguna.
Sjúkueyðkenni
Alt ljósmøðrastríðið og nú verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum eru tekin um eitt sjúkrahúsverk, ið ikki hevur tað gott og mistrívist. Innanhýsis stríð, vantrivnaður, ónøgd og strongdin sæst aftur hjá øllum starvsfólkabólkum. Øll skipanin er sperd.
Seinasta nýggja er, at sjúkrarøktarfrøðingarnir hava lýst verkfall. Tey føla seg ikki virðismett og fáa ikki nøktandi sømdir. Hetta er enn eitt symptom upp á, at skipanin er sjúk og eitt væl skilligt kravboð frá einum týdningarmiklum starvsfólkabólki, sum er avgerandi fyri at hava eitt vælvirkandi heilsuverk.
Felags er at heilsustarvsfólk í størri mun gera vart við at støðan ikki er nøktandi, og at tað ikki er nakað sjálvsagt og rímuligt í at støðan er soleiðis sum hon er nú. Tey verða tikin fyri givið.
Svartiper
Alt hetta er tað í seinasta enda føroyski sjúklingurin skal gjalda prísin fyri. Seinasta dømi er td. at sjúklingar skulu gjalda prísin við at fáa skurðviðgerð sína útsetta við vanda fyri at missa sítt arbeiði. Avleiðingarnar kunnu vísa seg at blíva enn størri við tí aktuella verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum. Við væntandi dømi í framtíðini verður tað eisini sjúklingurin sum verður taparin.
Hetta kann og skal als ikki góðtakast. At fólk í størri mun umhugsa at tekna privatar heilsutryggingar er bæði væntandi og skilligt. Men tað fer at skapa eina gjógv í samfelagnum millum tey sum hava ráð til hetta og tey sum ikki hava ráð. Hetta er við til at máa støði undan einum sjúkrahúsverkið sum skal vera fyri øll og tøkt tá tørvur er á tí. Føroyski sjúklingurin og skattgjaldarin verður tikin sum gísla og í seinasta enda er tað politiska skipanin sum eigur ábyrgdina av hesum.
Tann miskilta gularótin
Serlæknatørvurin verður ikki bert loystur við einum pengaposa og einum gyltum lógvataki. Sjúkrahúslæknar, harav ikki øll eru serlæknar var samanlagt á teimum trimum sjúkrahúsunum 74 í 2010 og 72 í 2016. Sambært yvirlit hjá Serlæknafelag Føroya arbeiddu 32 serlæknar á teimum føroysku sjúkrahúsunum í 2016. Av teimum vóru 12 yvir 60 ár og 20 vóru undir 60 ár. 15 normeraði størv vóru ikki sett. Við støði í serlæknatalinum í Danmark metti Serlæknafelagið tá, at tað áttu at verið meir enn 30 føst serlæknastørv afturat í Føroyum.
Tað mest umráðandi og avgerðandi er, at ein lækni fær møguleika at veita sjúklingum ta somu viðgerð sum aðrastaðni og møguleika at fylgja somu altjóða mannagongdum og leiðreglum sum í grannalondum. At serlæknar fáa møguleika at gagnnýta ta fremstu vitan og kunnleika til frama fyri sjúklingin. Tað fakliga má fylgja við um fólk skulu støðast. Umframt at arbeiðsumstøðurnar eisini mugu kunnu sammetast við tað í grannalondunum.
Fortreytin fyri hesum er, at føroysku politikararnir vísa í verki, at í Føroyum verður heilsuverkið raðfest høgt.
Sambært tølum frá Nordisk statistikk í 2013 so vóru Føroyar og Grønland tey londini her um leiðir við fækst læknar pr.100.000 íbúgvar ávíkavist 259 og 174. Til sammetingar vóru tað 363 læknar pr. 100.000 í Danmark og 430 pr. 100.000 í Norra í 2013. Støðan er neyvan broytt stórvegis síðani tá.
Status quo versus framburð
Álitið á politisku skipanina um, at hon er før fyri at reka eitt nútímans heilsuverk kann ikki annað enn vera lítið hjá heilsustarvsfólkum og ikki minst hjá føroyskum borgarum
Støðan fer fra ring til verri og broytist lítið ella einki frá valskeið til valskeið, frá løgting til løgting ella frá landstýrisfólk til landstýrisfólk. Tað vísa tey søguligu tølini.
Ein áheitan á føroysku politikarar kundi verið 1)At tosa meir við sínar politisku starvsfelagar í grannalondunum 2)Gera upp við seg sjálvar og byrta til eitt kjak um raðfesting og um hvat tað er fyri eitt heilsuverk ein ynskir í Føroyum nú og í framtíðini 3)Spurt seg fyri og tosa meir við starvsfólkini sum arbeiða á gólvinum í føroysku heilsuverkinum og fingið teirra søgu og betur innlit í støðuna sæð frá innsíðuni. Støðan er í nógvum førum nógv verri enn almenningurin og politikarar fáa innlit í. Td. eru tað framvegis læknar sum umhugsa at rýma av landinum og eru nógvir føroyskir serlæknar uttanlands sum framvegis setast aftur. Harafturat hava kanska ongantíð áður verið so nógvir sjúkrarøktarfrøðingar sum arbeiða uttanlands eitt nú í Noregi. Og har finnast nógv onnur dømi.
At sjúklingar kanska í flestu førum tíbetur ikki merkja so nógv til hetta er bert tí at starvsfólkini eru so mikið samvitskufull við ábyrgdarkenslu og tískil renna skjótari og geva seg enn meir, tí tað at hjálpa øðrum, er tað tey brenna fyri. Men øll hava eitt mark og kunnu hokna undir eini áhaldandi øktari byrðu.
Skøvaða plátan og eitt fólksligt krav
Ei undur í at føroyingurin leiðist og troyttast av at hoyra um heilsuverkið við jøvnum millumbili, men so leingi sum støðan ikki er nøktandi ella politiska skipanin vil hava føroyingin at halda at nú veit alt væl við, hava fakfólk skyldu at tala at og vísa á, hvussu veruleikin hongur saman.
Heilsuverkið verður tíðum lýst sum eitt slag av l'enfant terrible, sum ongantíð verður nøgt við nakað og allatíðina krevur meir. Sannleikin er, at ein kann halda áfram at fylla í, men tað vantar eitt alment og politiskt kjak um, hvat heilsuverk ein ynskir og hvørjar raðfestingar tað krevur.
Eitt fólksligt krav til politisku skipanina um at raðfest heilsuverkið hægri kundi kanska sett ferð á neyðugu hugburðsbroytingina sum krevst.
There's no free lunch & villeiðing
Fíggjarstøða Føroya er betur enn hon hevur verið leingi, men framvegis stendur játtanin til heilsuverkið ikki í tráð við tørvin. Sambært menningarætlanini átti samlaðu útreiðslurnar til heilsuverkið at verið 200-300 mio hægri fyri at komið á støðið við tær í Danmark og Svøríki. Sjúkrahúsverkið skuldi verið uppraðfest við 160-240 mio. fyri at komið á støði við eitt nú Danmark og Svøríki. Tað ber ikki til at lova eitt nú viðgerðartrygd og innføra screening fyri krabbamein uttan at hetta fer at kosta meir ella at okkurt annað má niðurraðfestast. Ikki at vera opin um hetta og kjakast um raðfestingarnar er at halda føroyingum fyri gjøldur og kann ikki takast í álvara. Raðfestingar sum mugu gerast innan heilsuverkið fara at standa í bíðirøð tey komandi árini. Tað er í seinasta enda politiska skipanin sum raðfestir, men tá má og skal hon eisini tora og vera før fyri at standa við ábyrgdini og avleiðingunum av teimum raðfestingunum.
At framtíðartryggja eitt gott og vælvirkandi heilsuverk, sum er ein hornasteinur undir vælferðarsamfelagnum krevur ábyrgdarkenslu, raðfesting og vilja.
Eivind Warberg
Skurðlækni