Heilt avgerandi at nýggi Smyril siglur fleiri túrar

Nýggi Smyril verður neyvan nøkur kollvelting fyri Suðuroynna. Tað heilt avgerandi er, at hann fer at sigla fleiri túrar, enn hesin ger, sigur Bjarni Mortensen, samfelagsfrøðingur

Suðuroyarsiglingin

- Nýggi Smyril verður heilt avgjørt ein bati fyri Suðuroynna. Men hann verður neyvan nøkur kollvelting í sær sjálvum.
Á evnisdegi um samferðsluviðurskifti í Suðuroy, var Bjarni Mortensen, samfelagsfrøðingur, inni á, hvønn týdning samferðslan hevur fyri eitt øki.
Og hann ivaðist ikki í, at nýggi Smyril verður heilt avgjørt ein munandi bati á Suðuroyarleiðini.
- Hann siglur skjótari og tekur nógv fleiri bilar og farm, enn hesin ger og tað fer at geva Strandferðsluni nógv størri frælsi, tá ið ferðaætlanin skal leggast.
og sostatt verður eisini tænastan verður harvið betri.
- Men tað, sum er heilt avgerandi, er, at nýggi Smyril fer at sigla fleiri túrar ímillum Suðuroynna og Havnina.
- Og tað krevur meiri pening!

Fleiri í tænastuvinnuna
Hann vísti á, eisini her hjá okkum er gongdin tann, at alsamt fleiri fólk atbeiða við at veita privatar og almennar tænastur
-Menningin og útbreiðslan av samskiftis- og kunningartøkni er øgilig. Í dag eru uml. fýra fartelefonir fyri hvørjar fimm føroyingar og internet verður alt meiri vanligt.
- At samskiftismøguleikarnir batnað, hevur við sær, at alt gongur nógv skjótari í dag. Men tað ger eisini, at samferðslan er ikki altíð er so neyðug, tí tað ber til ber at búgva eina staðni og veita tænastur til onkran, sum býr eina heilt aðrastaðni.
- Hetta gevur útjaðarasamfelagnum ávísar møguleikar, tí tað ber í sær, at fólk kunnu búgva í útjaðaranum og kortini vera knýtt at arbeiðsplássum í miðstaðarøkinum.
Hann vísti eisini á, hvussu nógv samferðslukervið er bygt út. Hetta hevur havt við sær, at føroyska oyggjasamfelagið ikki longur er eitt land við nógvum lutfalsliga isoleraðum bygdum har gerandislívið í stóran mun fór fram innanfyri bygdamørkini.
- Íløgurnar í vegir, byrgingar, tunlar, og nú undirsjóartunlar, eru í ferð við at broyta hesa myndina grundleggjandi. Nú hava 75% av føroyingum vegsamband við hvønn annan. Og tá ið tunnilin um Leirvíksfjørð verður liðug í 2006, verða tað 85% av fólkinum, sum hava hendan møguleikan.
Hesi seinnu árini eru fólk eisini byrjaði at tosa um at binda Sandoynna og Suðuroynna í hetta kervið.
- Men áðrenn hetta verður veruleiki, kemur ein annar munandi bati á Suðuroyarleiðini. Og er hetta nýggi Smyril sum kemur seinni í ár.
Men Bjarni Mortensen vísti á, at hóast hesa gongdina, eru samferðslu- og samfersluviðurskiftini framvegis av alstórum týdningi.
- Samferðslu- og samskiftisviðurskiftini eru ein grundleggjandi fortreyt fyri menning. Og hetta er ein fortreyt, sum tykist at gerast alsamt meiri týdningarmikil.
Og týdningurin er bæði bæði fyri tann einstaka og fyri fyritøkur og stovnar.
- Fyri fólk sum búgva uttanfyri meginøki eru samferðslumøguleikarnir avgerandi fyri, hvussu stóran og fjølbroyttan arbeiðsmarknað tey kunnu gerast partur av uttan at flyta bústað.
- Í dag ætla øll ung at fáa sær eina útbúgving, tí tey meta at hetta er vegurin til tað góða lívið. Tá ið tey hava tikið útbúgvingina, vænta tey sjálvsagt eisini at kunna brúka hana. Og tá er tað ein stórur fyrimunur at hava atgongd til ein so fjølbroyttan arbeiðsmarknað sum til ber.
-- Samfersluviðurskiftini hava eisini stóran týdning fyri, hvussu nógv frítíðartilboð fólk í útjaðaranum hava møguleika at brúka. Og hetta hevur ávirkan á trivnaðin. Til dømis hevur samferðslan alstóran týdning fyri ítróttarlívið og setir karmarnar fyri, hvussu lætt tað er at fáa ítróttin at rigga runt um landið. Langa ferðatíðin, saman við ferðaætlanini, hevur t.d. við sær at ítróttarfólk í Suðuroynni brúka sera nógva tíð í samband við dystir og kappingar.
- Fyri stovnar, og serliga fyritøkur, hevur samferðslan heilt avgerandi týdning. Samferðslan setir fyrst og fremst í stóran mun karmarnar fyri, hvussu smidlig tann einstaka fyritøkan hevur møguleika at vera. Samferðslan ávirkar møguleikarnar fyri tilgongd av rávøru og avskipan. Umframt hetta, hevur samferðslan eisini ofta ávirkan, tá ið tænastur skulu keypast. Tað kann vera í samband við at seta tol upp og at røkja tey.
Somuleiðis hevur samferslan eisini sera stóra ávirkan kostnaðarstøðið hjá einstøku fyritøkuni og hetta er nakað, sum fyritøkurnar í Suðuroynni merkja sera væl!
- Eitt annað, sum hevur rættiliga stóra ávirkan á møguleikarnar hjá einstøku fyritøkuni at mennast, eru fortreytirnar fyri at luttaka í fakligum umhvørvum aðrastaðni, t.d. á skeiðum, fundum, ráðstevnum og nevndararbeiði.
- Tað er týdningarmikið at luttaka í tílíkum javnan. Orsøkin til hetta er fyrst og fremst at hetta gevur møguleika halda seg dagførdan um við hvat hendir og hvat er á veg.
- Men tað at luttøka í fakligum umhvørvi, hevur eisini sera stóra ávirkan á, hvørji netverk tann einstaki, og sostatt eisini fyritøkan og stovnurin, fáa atgongd til. Hetta kann hava týdning fyri, hvussu væl viðkomandi fær ávirka tær avgerðir, sum skulu takast, ella tá ið bíleggingar skulu fáast til vega.
Bjarni Mortensen segði, at støðan hesum viðvíkjandi er ikki serliga góð hjá suðuroyingum.
- Skal ein suðuroyingur á ein fund í Havn, sum tekur 2 tímar, má hann vera burtur ímillum 7 og 15 tímar, frá tí at hann fer av Drelnesi og til, hann er aftur.
- Afturat hesum kemur so ferðatíðin innanoyggja ímillum bústaðin í Suðuroynni og Drelnes, sum er ferjulegan hjá Smyrli, umframt møguligar seinkingar í ferðaætlanini.
- Og hetta er væl at merkja, tá ið fundurin verður lagdur soleiðis, at hann passar suðuroyinginum so væl sum tilber.
Smyril siglur bara tvær ferðir um dagin og tað hevur rættiliga nógva spilltíð við sær, tá ið ein suðuroyingur skal eitt ørindi í Havn ella aðrastaðni í Føroyum.
Skal ein suðuroyingur til Havnar á einum fund, sum varar í tvir tímar, skal hann vera heimanífrá í minst sjey tímar og ofta má hann vera burtur í 15 tímar. Og tá skal fundurin harafturat aloftast leggjast so, at hann passar suðuroyinginum best, men tað er verri enn so altíð støðan