Eftir 20 ár á marknaðinum og 6.5 milliónir seldir bilar kemur Renault Mégane sum ein heilt nýggjur bilur, ið er fjórða generatión av Mégane.
Í mun til forgangaran er nýggi Mégane longri og breiðari, eins og aksulfrástøðan er vaksin við 2,8 cm. Hetta ger at bilurin er rúmligur og hevur gott beinpláss í kabinuni.
Tríggir TCe-bensinmotorar og tveir dCi-dieselmotorar eru at velja ímillum. Motorarnir, sum eru reinir og økonomiskir, koyra upp til 30,3 km/l við blandaðari koyring.
Bilurin er væl útgjørdur sum standard og hevur hópin av nýggjari tøkni, sum annars bert er at finna í dýrari bilum. Millum annað fæst Mégane við ambient lightning, har bilførarin sjálvur kann broyta litin á ljósunum í instrumentborðinum og kring um í kabinuni.
Nýggi Mégane kemur á føroyska marknaðin í apríl.
Les meira um bilar á www.in.fo/bilar/