Eitt stórt lágtrýstsøki yvir miðskandinavia fer spakuliga í ein eystan og førir eitt rák við kaldari luft og vátaslettings- og kavaælum av norðri inn yvir Føroyar. Seint mánadagin fer eitt brúgvalag framvið okkum av útsynningi og síðani kemur ein streymur av suðri, av óvanligari mildari og slavnari luft fyri árstíðina. Seinni í vikuni fer eitt djúpt lágtrýst vestan fyri Írland spakuliga móti Íslandi og gevur nógvan vind í Føroyum.
Veðrið í dag
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi av norðri, 8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað og okkurt kavaæl, men møguliga sólglottar. Hitin millum 1 kuldastig og 3 hitastig. Í nátt minkar hann vindin spakuliga í lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað. Hitin millum 2 kuldastig og 3 hitastig.
Í morgin
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s, sum út á dagin snarar í ein landsynning. Turt, men sum frá líður yvirhøvur skýggjað, og hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið øtlar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, av landsynningi. Skýggjað og regn og hitin upp í 5 til 7 stig.
Týsdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi og suðri, 10 til 15 m/s, sum um náttina minkar nakað. Skýggjað og tám og stundum regn. Hitin alt samdøgrið um 8 stig.
Mikudagin
Hann makar vindin í gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 til 10 m/s, men um náttina øtlar hann aftur vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn av og á. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, eitt skifti upp í skrið, 18 m/s, og harðar hvirlur. Møguliga onkrir sólglottar, men annars yvirhøvur skýggjað og regn ella ælaveður av og á. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina veksur í strúk í vindi upp í skrið, 18 m/s, í støðum upp í storm, 23 m/s. Yvirhøvur skýggjað og stundum regn ella ælaveður. Hitin alt samdøgrið millum 5 og 8 stig.