Heim at skriva betri løg

Prix Føroyar: Einasti útlendski gesturin hesaferð, ið áður hevur vitjað Prix Føroyar, er Jens Ove Friis. Hann kennir eitt sindur til føroyskan tónleik og hevur áður eftirlýst originalitetinum. Her er ein glotti, metir hann, men á melodisíðuni haltar, kanska meira nú, enn fyri tveimum árum síðani

Jens Ove Friis, stjóri í Art-Music og CMC-Records, vitjar javnan í Føroyum. Hann hevur føroyska konu og var eisini við til Prix fyri tveimum árum síðani. Hann er eittnú ein av høvuðsmonnunum aftanfyri donsku tvíræddaðu sólstrálusøguna Creamy, ið jú er hálv føroysk.

Jens Ove Friis hevði ikki vinnandi bólkin, Clickhaze, sum sín nummar eitt, men heldur tað vera í lagi og uppiborið, at tey vunnu.

- Kanska í so nógv av Bjørk var í. Kendist eisini eitt sindur ?uforløst?, men tey vunnu og tað er heilt okey, metir Jens Ove Friis.

Um hann skal sammeta við Prix Føroyar fyri tveimum árum síðani, so er hann ikki bara positivur.

- Eg havi fyrr eftirlýst tí serstaka, originaliteti. Tað er við at vera har. Nøkur eru við at finna seg sjálvi. Hesaferð var ikki so nógv eftirgerð, kopi, sum seinast og ùttrykkini eru betri, metir Jens Ove Friis.

- Men viðvíkjandi løgunum er søgan ein onnur. Melodisíðan haltar.

- Tey mugu heim at skriva betri løg, meira melodiøst.

Sigur tú hetta, tí nógv av tónleikinum er harður rockur?

- Nei, als ikki! Rockur er í lagið, men eisini her krevst eitt gott lag, tað krevst, at grundin er OK. Eg vil siga, at viðvíkjandi løgunum, og at tey fanga, so er støðan ikki batnað, kanska heldur hinvegin, metir Jens Ove Friis.

Hann hevur lurtað nógv eftir føroyskum tónleiki og metir, at okkurt er við at henda, við at vera har, sum tikið verður til.

- Týr er við at vera har, sigur Jens Ove Friis, sum tó ikki er heilt til reiðar enn at bjóða teimum plátusáttmála, tí tá er talan um eina ætlan í milliónflokkinum.

- Týr hava røturnar við og tað virkar í øllum førum uppá meg! Eg tori ikki rættiliga enn at lova teimum sáttmála, um eg enn fegin vildi. Eg kundi hugsað mær at roynt, um slíkt eisini hevur kommersiella megi, sigur Jens Ove Friis í stuttari viðmerking.