Heimaarbeiðið gerast til sjálvstøðugar Føroyar

Avtalan við danir er eitt stig á leiðini og ein týðandi partur av tí búskaparliga fundamenti, sum er ein fortreyt fyri einum sjálvstøðugum Føroyum. Nú er at gera heimaarbeiðið til komandi samráðingar við danir um ríkisrættarligu viðurskiftini sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður heimafturkomin úr Danmark.

Jan Müller


-Tað er ikki talan um, at danir fara niður í pengakassan og slongja tvær milliardir á borðið. Eg haldi, at stórur partur av donsku pressuni yvirreagerar, er óseriøs og ikki serliga fair, tá tað nú verður lagt eftir stjórnini fyri at hava forerað okkum fleiri milliardir. Her er talan um eina samlaða loysn, sum fevnir um 20 ár sigur Anfinn Kallsberg, løgmaður og vísir á, at í mun til ta avtalu vit hava havt, so merkir henda nýggja avtalan eina minni útreiðslu fyri føroyska samfelagið uppá góðar 2 milliardir yvir 20 ár.

Løgmaður vísir øllum atfinningunum í donsku fjølmiðlunum aftur, sum verðandi púra burturvið. -Vit hava fingið eitt annuitetslán úr danska statskassanum, sum ger, at vit kunnu kalkuera við eini útreiðslu á fíggjarlógini uppá 323 mill. kr. í rentum og avdráttum um árið yvir 20 ár. Hvat viðvíkur rentuni, so vita vit, at hon kann fara upp og niður. Vit hava so fingið fyrimunin av, at rentustøðið er sera lágt í dag, og haraftat hava vit fingið eina ávísa kompensatión í mun til tað, sum danski staturin kann læna pengarnar á marknaðinum í dag og tað hann lænir til okkum fyri. Tí er sera torført at rokna hesi tingini neyvt.

Men taka vit støði í skuldini vit hava og tí rentu, sum er galdandi í dag og siga, at vit skulu rokna við at gjalda eitt annuitetslán av tí virðinum í 20 ár í mun til tað, sum nú liggur fast, so er tað eitt gott hál og haraftrat sera stabilierandi fyri búskapin.

Vit kunnu bara ímynda okkum, hvat hevði hent, um rentan fór nøkur fá prosent upp. Tað hevði verið nokk til at taka grundarlagið undan fíggjarlógini. Við hesi nýggju avtaluni hava vit fingið eina kurstrygging.

Anfinn Kallsberg sigur, at avtalan er ein roynd at fáa skipað viðurskifti millum Føroyar og Danmark og eisini á okkara egna búskapi eftir, at vit eru komin burtur úr teimum ringastu trupulleikunum. Hetta er grundarlagið undir at kunna fara undir meira langtíðar planlegging í Føroyum.

Løgmaður er fegin um, at allar bindingar nú eru sleptar mótvegis Føroyum. Hesar eru beinleiðis skaðiligar. Hetta at tú ikki kanst medvirka til at fáa eina skilagóða loysn fyri kommunurnar er ikki serliga skilagott, tá ein veit, at tær flestu kommunurnar gjalda 9% í rentu, meðan landskassin við síni skuld nú er komin niður á 5%.

-Tí er tað sera gott, at vit nú fáa eisini fyri tann partin gjørt nakrar langsiktaðar skilagóðar fíggjarligar loysnir. Men sjálvandi skulu vit alla tíðina minnast til at hava fyri eygað stabiliserandi búskaparlig viðurskifti.


Stór ábyrgd

Løgmaður viðgongur, at tað fer at liggja sera stór ábyrgd á landsstýrinum ikki at geva leyst aftur fyri veðhaldum ol.

Landsstýrið má ikki undir nøkrum umstøðum fara út á eitt skráplan á tí økinum. Tað skal ein ómetaliga stórur politiskur fastleiki til frameftir. Og tað vónar hann, at politikarnir klára.

Anfinn Kallsberg viðgongur, at tað við hesi avtaluni verða einar 80 mill. kr. meira tøkar á fíggjarlógini, men tær skulu ikki undir nøkrum umstøðum út til forbrúk. Tær mugu brúkast til at konsolidera føroyska samfelagið við.

Hann vísir á, at vit eisini hava aðra skuld. Tað er heldur einki forgjørt í at hava eitt yvirskot á fíggjarlógini, og harvið eisini kann leggja penar til síðis. Vit hava eisini nakrar íløgur, sum vit verða noyddir til at gera. Men ein skal ansa ómetaliga væl uppá, at tær íløgurnar verða gjørdar eisini við atliti til tað virksemi, sum annars er í samfelagnum. Vit mugu ikki fáa eitt økt íløguvirksemi bæði á tí privata, tí vinnuliga og tí almenna sektorinum.

Men hvussu verður, tá teir ymsu landsstýrismenninir fara at biðja um fleiri pengar?

-Tað er einki óvanligt í tí, men har er tað umráðandi, at landsstýrið vísir fastleika í sínum fíggjarpolitikki og ger teir karmar, sum hóska til tann samlaða føroyska búskapin. Ein má tí syrgja fyri at leggja til rættis lóggávu, um tað er trupulleikin, soleiðis at hesir karmar kunnu haldast.

Avtalan hevur við sær, at tað verður lættari at gera langtíðar ætlanir. Eg vóni, at tann tíðin er farin, tá vit verða tikin á bóli.


Kredittvirðið hækkað

Hvat kreditvirðinum viðvíkur, so heldur løgmaður, at tað við hesi avtaluni átti at verið hægri, í og við at okkara uttanlandsskuld eftir eini nátt í prinsippinum minkar so mikið nógv, at tað er ein spurningur, um ikki føroyska samfelagið er komið niður á null í uttanlandsskuld.

-Tað er í hvussu er eitt positivt fíggjarligt barometur. Alt annað líka átti kreditvirðið at hækka, og tað at ein hevur møguleikar við hesi avtaluni at gera langsiktaðan fíggjarpolitikk, skuldi eisini bøtt um kredittvirðið. Men tað merkir ikki, at vit skulu út at læna pening. Men at tær íløgur sum eru gjørdar við útlendskum og kanska eisini føroyskum kapitali skuldi verið bíligari at forrenta í framtíðini.

-Nú vita vit, at íløguhugurin í politiskt og búskaparliga óstabilum økjum vanliga ikki er so stórur. Kann ein siga, at Føroyar undir kreppuni og teimum turbulentu viðurskiftunum við Danmark hava verið eitt óstabilt øki - eru Føroyar í dag eitt politiskt meira stabilt øki eftir avtaluna við danir?

-Tað meini eg avgjørt, at tað er. Tað má í hvussu er kennast hjá einumhvørjum, sum vil gera eina íløgu í Føroyum, at ein veit, at samfelagið hevur ikki størri skuldarpliktilsi um árið, enn at tað skuldi verið møguligt at goldið hetta.

Anfinn Kallsberg heldur tí, at ein avleiðing av hesi avtaluni kann verða, at útlendingar verða meira hugaðir fyri at gera íløgur í Føroyum. Hann sær fegin, at íløgur verða gjørdar, sum kunnu menna vinnulívið og harvið samfelagsskapin.


Alt kemur av bankamálinum

Hvørja viðmerking hevur løgmaður til formannin í javnaðarflokkinum, sum hevur funnist harðliga at, at tað í avtaluni ikki verður gjørt greitt, hvat er bankaendurgjald og hvat skuldarsanering!

-Eg eri ikki samdur við Jóannes Eidesgaard, tí øll henda avtalan er orsakað av bankamálinum. Vit hava einki krav móti donsku stjórnini, at hon skal eftirgeva skuld ella geva lagaligari rentu. Einasta krav vit hava havt móti donsku stjórnini er eitt rættarmál í sambandi við bankamálið, sum varð reist í løgtinginum fyri meira enn trimum árum síðani, og har samtykt varð, at kanning skuldi setast í verk. Tí síggi eg tað soleiðis, at øll henda avtalan botnar í júst bankamálinum. So uttan mun til hvørji tøl tú setir á, er allur vinningurin fyri tað føroyska samfelagið ein avleiðing av bankamálinum.

-Vil tú harvið siga, at Føroyar hava fingið 2,3 mia. kr. í endurgjaldi fyri bankamálið?

-Um vit skuldu avgreitt skuldarspurningin eftir teimum avtalum, sum vóru galdandi til í vikuni og seta hetta í mun til tað, sum vit skulu gjalda frá nú av, so er tað eitt tal, sum líkist tí. Og tað meti eg ein kann tilskriva bankamálinum.

Anfinn Kallsberg sigur seg væl vita, at danska stjórnin hevur eina aðra støðu í hesum máli, tí ein í fólkatinginum hevur samtykti, at man skal geva eina kompensatión, sum ein kann fara eftir Den Danske Bank við, meðan tað hevur verið sagt, at ein skal vera lagaligur í sambandi við gjaldingina av skuldini. Fyri mær er tað líka mikið, hvussu barnið eitur. Tað er úrslitið, sum er avgerandi, og eg eri sera fegin um tað.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað stendur í avtaluni, at føroyingar skulu haldast skaðaleysir av bankamálinum. -Hetta var eisini tað einasta kravið vit høvdu. Og kann ein siga, at vit nú eru hilndir skaðaleysir við hesi avtaluni.


Fingið uppreisn

-Men fólkaflokkurin við eitt nú Bjarna Djurholm á odda ,hevur alla tíðina sagt, at tað er umráðandi, at føroyingar fáa uppreisn fyri partabrævabýtið?

-Tað er rætt. Í míni sál er eingin ivi um, at vit júst hava fingið uppreisn í hesum máli, tá danska stjórnin skrivar undir eina slíka avtalu.

-Í hvønn mun hava fólkatingsmenn verið brúktur sum jarnbrot fyri avtaluni?

-Tað er í slíkum málum sum hesum, at allir møguleikar verða tiknir við. Um hugsað verður um Óla Breckmann, so hevur hann sagt, at um føroyingar fáa eina góða avtaluni, so verður hann í so góðum lag, at so fer hann at umhugsa ikki at atkvøða. Sjálvandi hevur Mogens Lykketoft fingið tað at vita, og sjálvandi hava vit báðir í okkara privatu samrøðum tosað um handa spurningin. Men ikki officielt yvir borðið.

-Nú hevur Óli Breckmann sagt, at hann eftir ?Hvítusunnupakkan? aftur fer at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk. Er tað ikki løgið, at ein av ovastu leiðarunum í fólkaflokkinum sum fólkatingsmaður aftur fer at leggja seg út í danskan innanríkispolitikk, um somu tíð sum flokkur hansara vil hava danskar politikarar at halda fingrarnar burtur frá føroyskum innanríkispolitikki?

-Í hesum samanhanginum er uppíleggingin hjá ÓB ikki øðrvísi enn tað, at hann sigur, at ístaðin fyri at atkvøða ímóti so letur hann vera at atkvøða. Uttan mun til hvat ein ger í fólkatinginum, so blandar ein seg. Jóannes Eidesgaard leggur seg upp í danskan innanríkispolitikk, tí hann ikki atkvøður fyri stjórnini. Óli Breckmann leggur seg út í danskan innanríkispolitikk, tí hann ikki atkvøður ímóti. Nú knappliga blanda teir seg uppaftur meira, tí teir lata vera at atkvøða. Tí er tað so, at soleingi ein fólkatingsmaður er á fólkatingi, blandar hann seg so ella so.

-Men gongur tað ikki beint ímóti tykkara politikki, at Óli Breckmann í framtíðini ætlar sær at atkvøða ímóti eini danskari stjórn?

-Tað er framvegis ringt at siga, hvat er danskt og hvat ikki. Vit hava eina stóra lóggávu, sum framvegis er galdandi í Føroyum, og sum eisini er danskt innanríkismál, so tað má blíva ein meting frá máli til mál.

Anfinn Kallsberg ásannar, at føroyingur eru í eini støðu, har vit eru tungan á vágskálini.

-Men tað er greitt, at tá tað snýr seg um eina sak, sum er so stór fyri Føroya framtíð, sum alt bankamálið hevur veirð tað, so spælir tú uppá allar tangentarnar, og tað hava vit eisini gjørt. Vit hava brúkt øll tey kort, tey argument og teir møguleikar, sum hava verið, umframt fólkatingssessin hjá Óla Breckmann í samráðingunum um eina góða avtalu.

-Hvat við fólkatingsssessinum hjá Jóannesi Eidesgaard?

-Hann hevur so sanniliga eisini verið inni í myndini, tí hann hevur jú sagt, at fáa vit eina góða avtalu, ja, so vildi hann entá fara so langt sum at atkvøða fyri.


Gera heimaarbeiðið á sjálvstýrisleið

Vit spurdu Anfinn Kallsberg í hvønn mun hann sær hesa avtaluna sum eitt nýtt stig á sjálvstýrisleið - á leiðini fram móti loysingini?

-Tað verður einki sjálvstýri í Føroyum uttan eitt búskaparligt sjálvstýri. Við tað at tú hevur fingið eina so radikala broyting í búskaparligu støðuni, hevur tú eisini broytt munandi um tað fundamentið.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað eisini er fingið við í avtaluna, at danska stjórnin er tilreiðar, tá vit frá føroyskari síðu eru klárir, at koma til samráðingar um ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað verða ikki frá danskari síðu lagdar nakrar forðingar fyri at fáa viðgjørt tey málini út í æsir. Tí skulu vit nú til at gera tað heimaarbeiði, ið skal liggja til grund fyri teimum samráðingunum. Og so fáa vit at síggja, hvussu langt vit koma.

Sær løgmaður tað ikki sum ein trupulleika hjá Føroyum, at Danmark verður knýtt nærri og nærri at ES?

-Avgjørt. Fáa vit ikki nakrar broytingar í okkara ríkisrættarligu viðurskiftum, so eru vit ein partur av ES, áðrenn vit vita av tí, um vit vilja tað ella ikki. Skulu vit tað, so skal tað vera sum eitt sjálvstøðugt land. Men vit síggja, at allar fólkaatkvøðurnar snúgva seg um at avgeva suverenitet, so tað er ringt at síggja, hvar markið gongur.