Spreingiløðing lá fjald í einum baðirúmi nærindis heilaga staðnum, sum pávin skal vitja í morgin, skrivar dr.dk.
Sambært brasilska dagblaðnum O Globo varð heimagjørda bumban funnin sunnudagin, tá vitjanin hjá Frans páva varð fyrireikað við leirstandmyndina Nossa Senhora Aperecida, sum varð reist í 18. øld.
Hesin halgidómurin varð á sinni gjørdur til heiðurs fyri Mariu moy, ið brasilskir katolikkar meta sum fremsta verndarhalgimenni hjá Brasil.
Herurin hevur oyðilagt bumbuna, sum varð funnin í einum baðirúmi í parkeringskjallara við halgidómin. Spreingiløðingin var ikki sterk.
Ein talsmaður fyri herin í São Paulo sigur, at pávin hevði ikki komið framvið har, sum bumban var løgd.
Katólski leiðarin kom í gjár til Rio de Janeiro. Pávavitjanin er mest krevjandi uppgáva, sum løgreglan nakrantíð hevur havt, siga trygdarmyndugleikarnir í býnum.
Løgreglan mátti brúka táragass
30.000 hernaðar- og løgreglufólk skulu verja stórbýin hesar dagarnar.
Fólk í hópatali vóru í gøtunum og fagnaðu ovasta katólska leiðaranum, sum kom til Brasil í gjár.
Men eisini okkurt mótmælistiltak hevur verið, skrivar dr.dk. Hundraðtals fólk savnaðust uttan fyri bygningin, har pávin hevði fund við Dilma Rousseff forseta.
Løgreglan brúkti táragass og vatnkanónir til at spjaða mannamúgvuna. Tey mótmælandi eru misnøgd við, at landið brúkar 270 milliónir krónur til pávavitjanina. Fyri fáum vikum síðan vóru mótmæli um alt Brasil móti landsins leiðslu.
76 ára gamli pávin skal á seks daga vitjan síni í Brasil eftir ætlan til ein av fátækrabýlingunum í Rio, hava tríggjar messur, hitta ung fólk í fongsli og koyra í opnum bili fram við gitnu Copacabana strondini.
- Eg biði um loyvi at koma inn og vera saman við tykkum hesa vikuna. Eg komi hvørki við silvuri ella gulli, men havi tað virðismesta við mær, sum mær er givið: Jesus Kristus, segði pávin undan fundinum við forsetan.
Frans pávi, sum sjálvur er úr Argentina, verður í Brasil til sunnudagin 28. juli. Hetta er fyrsta uttanlandsferðin, síðan hann varð valdur til páva í mars í ár.
(Mynd: qz.com)