Í dag hevur Heimahjálparafelag Føroya 20 ár á baki. Í tí sambandi hevur felagið móttøku í húsum felagsins í Fr. Petersensgøtu í Havn frá kl. 14.00 til 19.00, har øll eru vælkomin.
Fyrsti formaðurin í felagnum var Sanna í Gerðunum í Vestmanna. Felagið og arbeiðið hjá limunum eru nógv broytt, síðani stovningardagin 26. mai í 1979, og stórar broytingar standa eisini fyri framman. Síðani miðskeiðis í áttatiárunum hevur Heimahjálparafelag Føroya verið limafelag í Føroya Arbeiðarafelag. Heimahjálpararnir hava í nógv ár havt ynski um at fara burtur úr, og tann 31. des. í ár er felagið leyst av FA.
Skerjingar
Farnu árini hevur heimarøktin verið nógv skerd. Nógvar sparingar eru framdar og so seint sum síðsta summar skuldu sparingar aftur gerast fyri at fáa játtanina at røkka til. Formaður í Heimahjálparafelag Føroya, Ása Djurhuus, metir, at nú er heimarøktin komin í eina fasta legu.
- Arbeiðið hjá heimahjálparunum er ógvuliga nógv broytt, og byggir í dag meiri á røkt enn hjálp í heiminum, sum tað gjørdi upprunaliga. Vóru meiri pengar kundi heimarøktin verið nógv øðrvísi. Hjálpin til brúkararnar er skerd so nógv sum yvirhøvur til ber. Verður hon skerd meiri, gongur tað út yvir persónligu røktina, og so er spurningurin um politisku myndugleikarnir loyva tí. Sum fakfelag eiga vit at ávirka leiðslu og politikarar, soleiðis at tey síggja tað sum gongur fyri seg.
- Eldraárið er eitt gott tiltak, sum setur fokus á brúkaran. Tí hevur saknur verið í. Tey eldru hava als ikki verið tikin við í avgerðum, ið ávirka tey og teirra egnu framtíð. Heimahjálparaarbeiðið hevur øll árini ikki verið virt serliga nógv. Setanarviðurskiftini hjá heimahjálparunum eru nógv verri í mun til viðurskiftini hjá øðrum starvsbólkum innan tað almenna. Tey eru viðfarin á lágum stigi. Við sáttmálanum, vit nú hava undirskrivað, koma vit eitt stig á leiðini til at limir okkara fáa betri sømdir og betri arbeiðsviðurskifti, sigur Ása Djurhuus.
Væl nøgdar
Semjan, ið Heimahjálparafelagið fekk við Fíggjarmálastýrið fríggjadagin í farnu viku og sum er tann fyrsta felagið hevur samráðst seg til uttan Føroya Arbeiðarafelag, er sera góð fyri limirnar í felagnum, og fer at slóða fyri, at arbeiðið hjá teim hálvt fjórða hundrað virknu heimahjálparunum kring landið kemur í eina fastari legu enn higartil.
- Vit eru sera væl nøgdar við semjuna, tí vit hava fingið nógv týðandi viðurskifti uppá pláss, sigur Ása Djurhuus.
Semjan ber í sær eina lønarhækking uppá 2% 1. juni í ár umframt 2,5% uppá eftirlønina. 1. juni næsta ár fer lønin aftur 2,5% upp. Tær tímaløntu koma frá 1. juni í ár uppá fyrsta lønarstig hjá teim fastløntu. Í sáttmálanum er eisini komið afturat, at tá ið heimahjálparar vegna sjúku eru úr arbeiði, verður lønin ongantíð minni enn miðaltímatalið fyri teir seks seinastu mánaðirnar, og tað er ein munandi bati.
Nevndin í Heimahjálparafelag Føroya er henda: Ása Djurhuus, formaður, Elsa B. Joensen í Klaksvík, er næstformaður, Hanna West í Hvalba, kassameistari, Hildigarð Djurhuus í Fuglafirði, skrivari, og Hildur Johannessen í Havn, Sunrid Thorsteinsson í Vági og Jórun Jacobsen í Miðvági eru nevndarlimir.