Heimamissiónin 400.000 krónur í avlopi

Roknskapurin fyri 2018 hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hevði eitt avlop á 408.000 krónur. Hóast stórt yvirskot, so tørvar Heimamissiónin enn fleiri milliónir til útbyggingina av Leguhúsinum
.

Samlaðu inntøkurnar hjá Heimamissiónini í fjør vóru 7,2 milliónir krónur í mun til 7,0 milliónir í 2017. Útreiðslurnar í 2018 vóru 6,8 milliónir krónur í mun til 6,4 milliónir árið fyri.
Í 2017 var avlopið 556.000 krónur.

Fíggjað av gávum

Roknskapurin vísir samlaðu inntøkurnar og útreiðslurnar av arbeiðinum hjá Heimamissionini. Í roknskapinum liggja arbeiðsøkini Leguhúsið í Nesvík, Heimamissiónsforlagið, Miðlaarbeiðið (Trúboðin, nú trubodin.fo), Simba (barna- og juniorarbeiðið), Eindin (familjuarbeiðið), HMU (Heimamissiónsungdómur), Sjómansmissiónin og Missión í Føroyum og uttanlands.

Heimamissiónin er fíggjað av stuðlum og gávum.

Trubodin.fo skrivar, at í 2018 vórðu millum annað fleiri útreiðslur til KT í sambandi við heimasíðuna trubodin.fo. Eyka inntøkur komu eisini av, at bókin “Lívgað sjófólk í eina øld” kom út.

Tørvar milliónir til útbygging av Leguhúsinum

Útbyggingin av Leguhúsinum í Nesvík ávirkar ikki sjálvan raksturin hjá Heimamissiónini, men verður hildin uttanfyri í eini avseting. Við ársenda 2018 vóru savnaðar inn tilsamans góðar 20 milliónir krónur, meðan brúktar eru smáar 26 milliónir krónur. Tá er keyp av lendi og øðrum íroknað. 

Bankaskuldin við ársenda er umleið 11 milliónir krónur, skrivar trubodin.fo.

Mynd: mission.fo