Heimarøktin styrkjast við samdøgursrøkt og økisterapi

   

Heimarøktin verður víðkað til at fevna um samdøgursrøkt. Hendan ætlanin er partur av stavnhaldinum hjá sitandi samgongu, og nú verður farið frá orði til gerð.
Landsstðrismaðurin í almannamálum, Páll á Reynatúgvu, hevur avgjørt at seta á stovn samdøgursrøkt, sum um stutta tíð verður partur av teimum tilboðum, ið verandi Heimarøkt kann veita.
Umframt samdøgursrøktina verður økisterapi eisini at finna millum tænastutilboðini hjá Heimarøktini í næstum.

Samdøgursrøkt
Í dag kunnu okkara eldru og onnur við tørvi á hjálp fáa vitjan av Heimarøktini um dagin og um kvøldið. At eingin hjálp fæst um náttina man vera til miklan ampa fyri nógv fólk, bæði tey eldru og teirra avvarðandi, sum mugu liva við tilvitanini um, at næturnar eru merktar av ótryggleika.
Við teirri komandi samdøgursrøktini vónar landsstýrismaðurin í almannamálum, at hesin ótryggleikin fæst burtur við tað, at okkara eldru kunnu koma í samband við fólk við heilsu-útbúgving alt samdøgrið.
Samdøgursrøktin fer at gera umstøðurnar hjá heimabúgvandi eldri fólki tryggari, og fer eisini at geva teimum, sum hava tørv á røkt alt samdøgrið, ein møguleika at velja at verða heima heldur enn at vera á stovni.

Økisterapi
Økisterapi skal setast í verk í teimum 6 heimarøktarøkjunum kring landið. Talan verður um ergo- ella fysioterapeutar, sum fáa í uppgávu at skipa fyri uppvenjing og framhaldandi at røkja vunnan førleika hjá teimum, sum einhvørsvegna tørva viðgerð, eftirviðgerð ella fyribyrgjandi tiltøk. Ætlanin er eisini, at økisterapeutarnir fáa týdningarmiklan leiklut í nýskipanini av hjálpartólaøkinum.
At Heimarøktin verður styrkt við fysio- og ergoterapeutum, merkir eina munandi betraða tænastu til borgaran. Við hvørjum einstøkum brúkara í huga skulu økisterapeutarnir betra um møguleikarnar hjá fólki at vera verðandi í egnum heimi, tá heilsan bilar teimum. Eisini skulu økisterapeutarnir virka sum millumlið millum sjúkrahús og heim, tá ein sjúklingur er útskrivaður av sjúkrahúsi.
Tað slepst soleiðis undan óneyðugt at leggja fólk inn av nýggjum til eftirviðgerð. Økisterapeutarnir geva ráð og fyribyrgjandi viðgerð, antin heima hjá sjúklingunum ella aðrastaðni í nærumhvørvinum.

Sum longst í egnum heimi
Ynski hjá nógvum eldri fólki um at vera sum longst í egnum heimi er ein av orsøkinum til, at landsstðrismaðurin í almannamálum hevur gjørt av at styrkja tænastuútboðið frá Heimarøktini við økisterapi og samdøgursrøkt. ?Summi av okkara eldru halda seg kanska ikki til at búgva fyri seg sjálvi, og onnur kunnu vera ov illa fyri likamliga til at vera einsamøll undir lonini. Við møguleika at fáa røkt alt samdøgrið verða umstøðurnar hjá teimum tryggari?, sigur Páll á Reynatúgvu, landsstýrismaður í almannamálum.
Lýsingarnar eftir starvsfólki koma í bløðini fyrst í næstu viku, og so skuldi ikki long tíð gingið, áðrenn Heimarøktin fer í holt við at veita hesi tilboð til allar borgarar í Føroyum.