Norðoya Heimavirkið letur nú upp í søguligum hølum. Gongur eftir vild, verða dyrnar latnar upp fyri viðskiftafólki mikudagin 13. apríl 2011. Nýggja heimið hjá Norðoya Heimavirki er í norðara parti av bygninginum á Biskupsstøð, har J. F. Kjølbro hevði sín fyrsta handil.
Hølini hava menn hjá Vegadeildini sett í stand og er nú eisini ein ?sponsk trappa? gjørd frammanfyri og stórt tún. So har verður hugnaligt í vesturskininum, við útsýni yvir allan miðbýin og út á vánna.
Mikudagin 13. apríl 2011 letur Heimavirkið upp fyri almenninginum í nýggju hølunum.
Hendan loysnin er úrslit av drúgvum samráðingum við Norðoya Heimavirkið og Norðoya Kunningarstovu, sum Gunvá við Keldu, borgarstjóri, og Jógvan Skorheim, varaborgarstjóri, hava staðið á odda fyri vegna kommununa. Næsta stigið í hesi tilgongd er, at Kunningarstovan flytir inn í tann sunnara partin av hesum sama bygninginum á Biskupsstøð, har Norðoya Heimavirki hevur hildið til í meira enn 20 ár.
Við hesum hevur Kunningarstovan nátt sínum ynski um at vera nærri miðbýnum, har ferðasambandið til og frá Klaksvík byrjar og fáa eitt gott tún frammanfyri, har skipað kann verða fyri ymiskum tiltøkum.
So samanumtikið verður meira lív í húsinum og miðbýnum annars, skrivar Klaksvíkar kommuna á heimasíðu síni.