Heimavirkisting og lega í summar

Norðurlendska Heimavirkissamtakið skipar í summar fyri tveimum áhugaverdum tiltøkum, eitt er í Lofoten í Noregi og hitt er í Skjern í Danmark

Fyri tveimum árum síðani var Heimavirkislega í Føroyum, og nú hava føroyingar - kvinnur, menn og børn, møguleikan at fara til Danmarkar ella Noregs, har nógv forvitnisligt er á skránni fyri áhugaði innan heimavirking, ella bert hava hug at uppliva okkurt annað.

Fyrsta tiltakið verður í Skjern í Danmark í døgunum 1. - 5. juli.


Fyri yrkislærd

Heimavirkistingið er meira yrkislærd fólk, sum seta sær stevnu at tosa um felagsmál.

Á skránni eru fyrilestrar, orðaskifti um vinnu og framleiðslu, framsýningar um heimavirking eins og verkstaðir, har fólk hava møguleika at royna seg.

- Øll eru vælkomin at luttaka, sigur Fía Petersen, nevndarlimur í Føroya Heimavirkisfelag.


Hóskiligt fyri barnafamiljur

Hitt tiltakið í Lofoten er Heimavirkislegan, sum í høvuðsheitinum snýr seg um at virka við handaligum arbeiði

Umframt tað handaliga arbeiðið, verður eisini nógv forvitnisligt at uppliva í stórfingnu náttúruni har norðuri í landinum.

- Heimavirkislegan vendir sær til allar aldursbólkar. Hetta er sama legan, sum varð hildin í Føroyum. Her verður serliga gjørt nógv burturúr at hava nakað fyri børnum, og er serliga væl hóskandi fyri familjum, sum eru áhugaði fyri at gera eitthvørt annað, umframt at ferðast í summarfrítíðini, sigur Fía Petersen.


Ikki neyðugt

at vera limur

Tey, sum eru áhugaði fyri at fara á annaðhvørt Heimavirkistingið í Danmark, ella Heimavirkisleguna í Noregi, kunnu venda sær til Fíu Petersen á telf. 13967, fyri at frætta nærri um tiltøkini.

Føroya Heimavirkisfelag hevur havt sjálvstøðuga umboðan í Norðurlendska samtakinum í 11 ár.