Heimsins minsti bilur

Heimsins minsti seriuframleiddi bilur, mikrobilurin Peel P50, varð herfyri royndarkoyrdur í sjónvarpssendingini Top Gear á BBC´2. Verturin á sendingini, Jeremy Clarkson, mátti næstan brúka skóhorn fyri at sleppa inn í bilin

Verturin á væl umtóktu bilsendingunum “Top Gear” á BBC´2, Jeremy Clarkson, finnur upp á mangt og hvat í sínum sendingum. Herfyri royndarkoyrdi hann heimsins minsta bil, mikrobilin Peel P50. Clarkson, sum er 1,96 m høgur, mátti næstan brúka skóhorn fyri at sleppa inn í bilin.


Clarkson koyrdi bilin gjøgnum gøturnar í miðbýnum í London, og tók hann við sær inn í bygningin hjá BBC. Hann fór í elevatorin við bilinum og vitjaði á teimum ymisku hæddunum, eisini har sum tíðindafólkini júst tá lósu tíðindi. Hann koyrdi t.d. við bilinum á redaktiónsfund.


Peel P50 er heimsins minsti bilur. Tað var verksmiðjan Peel Engineering Company á Isle of Man sum framleiddi bilin frá 1962 til 1965. Peel P50 er 134 cm langur, 99 cm breiður og vigar einans 59 kg. Motorurin er 49 cc við 4.5 hk. Hann hevur 3 gir og einki bakkgir.


Talan er um ein 3-hjólaðan bil við tveimum hjólum framman og einum aftan.

Peel P50 er minsti bilur sum nakrantíð hevur verið seriuframleiddur.