Heimsins ríkasta felag tapti móti Cambridge

FA Cup: Enska steypakappingin er altíð góð fyri nøkur óvæntaði úrslit

3. umfar í søguligu ensku steypakappingini – FA Cup – er um vikuskiftið. Fleiri av teimum stóru hava vunnið seg víðari. Eitt nú Manchester City og Chelsea, umfrat Premier league feløg sum Everton, Leicester, Brentford og Southampton eru víðari.

 

Størsta søgan var í Newcastle, har nýríka heimaliðið tapti móti 3. deildarliðnum Cambridge. Síðani royala familjan í Saudiarabia hevur keypt felagið, er Newcastle at rokna sum ríkasta felagið í heiminum.

 

Tað var tó ikki nokk til at vinna á Cambridge, ið vann 1-0. Newcastle hevði nýkeypið, Kieran Trippier, við frá byrjan. Umframt eyðmýkjandi tapið, so má Newcastle eisini spæla um sterka áleyparan Callum Wilson komandi tveir mánaðirnar. Hann bleiv skaddur herfyri og tí verður mett, at Newcaslte fer at keypa eina áleypara nú í januar.

 

Fleiri dystir verða í dag.