Aftaná 12 talv er greitt, at hvørki Magnus Carlsen, núverandi heimsmeistari og nummar eitt í verðini, ella Fabio Caruana, avbjóðarin og nummar tvey í heiminum, megnaðu at vinna eitt av klassiskum talvunum, nú teir bara telva um at vinna HM í talvi. Sostatt er neyðugt at avgreiða HM á annan hátt.
Í fyrsta umfari verður tað gjørt við fýra umførum av snartalvi, ið verða telvað mikudagin. Tá verður tíðin teir báðir fáa at telva stytt til 25 minuttir hvør, umframt at teir fáa 10 eyka sekund fyri hvønn leik.
Tað at tað ikki eydnaðist Fabio Caruana at koppa Magnus Carlsen í klassiskum talvi merkir, at Magnus Carlsen varðveitir plássið sum nummar eitt á styrkislistanum hjá FIDE, óansæð hvat hendi við heimsmeistaraheitinum. Snartalv hevur nevniliga onga ávirkan á styrkislistan fyri klassiskt talv.
Um tað skuldi hent, at tað enn er á jøvnum millum teir báðar aftaná umførini í snartalvi, verður farið víðari til kviktalv. 5 talv eru á skránni, har vinnarin er tann, ið fyrst fær 2 stig. Her fáa telvararnir 5 minuttir hvør og 3 eyka sekund fyri hvønn leik.
Um hvørgin vinnur í kviktalvi verður talv-HM avgjørt við einum talvi av Armageddon. Telvararnir trekkja lut um hvør spælir við hvítum og svørtum. Tann við hvítum fær 5 minuttir, meðan tann við svarta fólkinum fær 4 minuttir. Aftaná 61 leikir fáa leikararnir 3 eyka sekund fyri hvønn leik. Um tað verður remi vinnur tann við svarta fólkinum.