1. august
Regin Vágadal vinnur annað árið á rað egnu kapping sína, Atlantic Giant. Sjálvur heldur Regin, at sigurin kom lættari til høldar í ár.
Ein av sterku monnunum í kappingini, litaviski Zydrunas Savickas, kemur illa fyri, tá hann verður skaddur undir kappingini.
Bogi Kristiansen vinnur seinasta umfar í +konto kappingini, men hóast hetta er Gunnar Dahl Olsen greiður vinnari samanlagt.
Stjørnan hevur fingið nýggjan útlendskan málverja til komandi kappingarárið.
2. august
Heidi Andreasen vcinnur gull, tá EM-kapping í svimjing fyri brekað verður hildin í Svøríki.
3. august
Julian Johnsson sigur seg trívast væl í hørðu kappingini í Hull, har hann tykist hava vunnið sær fast á liðnum, sum ætlar sær at flyta upp í ensku 2. deild.
Føroyska U-17 stendur seg væl, men tapir kortini 4-1, tá teir spæla Onglandi í NM-kappingini.
Allan Mørkøre telist ikki millum leikararnar, sum Allan Simonsen hevur tikið úøt til dystin móti Jugoslavia. Metmaðurin á landsliðnum er vónbrotin um, at hann hevur fingið boð ígjøgnum fjølmiðlarnar og ikki frá venjaranum sjálvum.
John Arni Nielsen er sera nær við at vinna sær ein IM-norm í talvi, men í seinasta dystinum í Politikken cup má hann lúta fyri einum sterkum dana.
4. august
Heidi Andreasen ger aftur um seg, Hon setir heimsmet á 200 metra blandaðari svimjing, og samstundis fær Esther Hansen bronsu í somu kapping.
Føroyska U-17 liðið í fótbólti tapir greitt fyri Noreg. 3-0 er úrslitið, men sagt verður, at spælið var langt ífrá tí, sum liðið sýndi ímóti Onglandi.
7. august
Helgi L. Petersen er smáskaddur, og hevur givið avboð til dystin móti Jugoslavia. Í hansara stað verður Jóhannis Joensen úr HB boðsendur.
U-17 liðið hjá Føroyum ger ein rættiligan vørr hetta vikuskifitð. Í teimum báðum seinastu dystunum vinna fyrst 2-1 á Finnlandi og spæla síðani javnt, 2-2, móti Íslandi. Onnur úrslit í bólkinum laga seg tó soleiðis, at Føroyar kortini enda aftast í bólkinum.
Fyri fyrstu ferð í ár missur GÍ stig, tá teir bert fáa javnleik á Mølini móti EB/Streymi. Málskjútti hjá uppflytarunum er fyrrverandi GÍ-leikarin, Jón Sigurd Gleðisheygg. B36 vinnur samstundis á B71, og minkar soleiðis munin niður í trý stig.
Kurt Mørkøre skorar í fyrsta landskappingardystinum fyri KÍ, tá teir vinna 2-1 á HB í Gundadali.
Í Danmark hevur Rógvi Johansen tikið lut í einum testi, har elitusúkklarar hava roynt kroppin, og Rógvi er bestur í hesum royndum.
8. august
FCK hitar upp til stórdystin móti Lazio. Italiumenn eru nú komnir til danska høvuðsstaðin, men fleiri ivamál eru í leikarahópinum.
Heidi Andreasen og Esther Hansen fáa stórfingna móttøku, nú tær koma aftur úr Svøríki.
9. august
Hans Áki Dal-Christiansen fer í vetur at spæla við Neistanum.
Annika Ljósstein fer sama veg sum sjeikurin. Hon fer at spæla við Kyndli komandi kappingarárið.
HB og GÍ gera seg til europeisku uppgávur sínar. HB spælir heima móti Grazer AK, meðan GÍ á útivølli skal royna seg móti FK Obilic.
10. august
FCK vinnur heimadystin móti Lazio 2-1. Italiumenn eru annars á odda, men í seinastu minuttunum verður alt snarað á høvdið. Todi Jónsson er enn skaddur, men hann hevur vónir um at gerast tøkur til seinna dystin.
11. august
HB er frammanfyri 2-0 móti Grazer AK, men má taka til takkar við 2-2 javnleiki. Bárður Mortansson skorar bæði málini hjá HB.
GÍ tapir 4-0 á útivølli fyri Obilic.
14. august
Hjalgrím Elttør er spildurnýggjur maður í landsliðshópinum hjá Allan Simonsen. Hjalgrím er úttikin fyri Pól Thorsteinsson, sum ikki hevur hug ella orku at vera landsliðnum í løtuni.
B36 vinnur stórsigur á EB/Streymi, og hevur av álvara lagt trýst á GÍ, sum tó hevur ein dyst til góðar. Í botninum sær nú svart út hjá B71, sum tapir 2-1 vesturi í Vágum.
Í aðru deil der HB framvegis á odda, eftir at teir vunnu útidystin á Skála 2-0.
Julian Johnsson er við í allar 90 minuttirnar, tá fyrsta umfar av ensku kappingini verður leikt. Hull vinnur fyrsta dystin 3-1.
15. august
Allir mans eru tøkir hjá Allani Simonsen, og størsti spurningurin tykist vera, hvørt venjarin velur at spæla við einum ella tveimum áleyparum.
Christian Høgni Jacobsen fær sáttmála við Esbjerg. Hesi tíðindi ber Útvarpið úr Beograd.
Føroyar vinna ein sjáldsaman stórsigur á Íslandi, tá landsdystur verður leiktur í talvi.
16. august
TB styrkir seg til uppflytingarstríðið í aðru deild. Sasja Radosavljevic, sum áður hevur leikt við felagnum, kemur nú aftur til Føroya.
Skála hevur kært til FSF, at HB hevur nýtt tveir ólógligar leikarar í oddadystinum í aðru deild. HB vann dystin 2-0.
VB-kvinnurnar styrkja seg á hondbóltssíðuni. Umframt Reginu Radó, sum á triðja árið verður í felagnum, hevur felagið fingið ungverskan venjara og tveir leikarar.
17. august
Føroyska fótbóltslandsliðið fær eitt slag av uppreisn, tá teir á útivølli tapa tepurt, 2-0, fyri Jugoslavia. Súni Olsen hevur gyltan møguleika at minka um munin í seinasta minuttinum, men hann misnýtur.
18. august
Í fyrstu deild er spenningurin stórur, nú oddaliðini bæði, GÍ og B36, skulu bresta saman í Gundadali.
21. august
FCK ger seg til at fara á vøllin móti Lazio, men ivasamt er, um Todi Jónsson verður við. Vinnur FCK, merkir tað, at hópatals milliónir streyma inn á bankabókina.
Úti við 1.800 áskoðarar eru í Gundadali, tá B36 vinnur oddadystin ímóti GÍ 3-1, og er fyri fyrstu ferð í ár á odda í bestu deildini. Í botninum sær nú heilt svart út hjá FS Vágum, sum tapir 3-2 fyri EB/Streymi. Samstundis er HB veruliga afturúrsiglt, eftir at VB vinnur 2-0 í Vági.
Guttorm Sørensen er júst afturkomin úr Íslandi, har hann hevur vnunið marathon kapping í Reykjavík.
22. august
Bridge-sambandið fær vitjan av kenda danska bridge-skrivaranum, Svend Novrup, sum skal halda skeið av ymsum slag. Vitjanin verður í døgunum, 30. august-3. september.
23. august
Bæði HB og GÍ skulu aftur royna seg í europeiskum høpi, og ikki minst tykist uppgávan hjá HB at vera trupul, eftir at teir spældu javnt á heimavølli móti Grazer AK.
FCK tapti 4-1 í Rom fyri Lazio, og er úti av europeisku meistarakappingini. Todi Jónsson byrjar inni, men verður skiftur út í seinna hálvleiki.
24. august
HB sendir umsókn um at flyta landskappingardystin móti NSÍ. HB ferðast við bussi til Eysturríki, og klára ikki at verða í Danmark, áðrenn føroyaflúgvarin fer til Føroyar.
Andrijana Milodanovic verður eisini í Stjørnuni komandi ár.
Diego Maradona boðar frá, at hann ætlar sær at spæla enn ein dyst fyri Argentina. Tann móti Brasilia í HM-undankappingini.
25. august
Runavíkingar eru í øðini. Teir vita als ikki um dystarflytinginga av dystinum millum NSÍ og HB, men fáa bert boð umvegis fjølmiðlarnar.
HB tapir dystin móti Grazer AK í Eysturríki við fýra málum móti ongum, og GÍ gerst fjórða føroyska liðið í ár, sum fær europeiskt stig. Teir spæla javnleik, 1-1, á Tórsvølli móti jugoslaviska FK Obilic.
28. august
Í NSÍ kenna teir seg illa viðfarnar av kappingarnevndini hjá FSF. Ikki fyrr enn seinnapartin fríggjadag fingu teir boð um dystarflyting, sum viðvíkti dystinum móti HB um vikuskifitð.
Krzystof Popczynzki fer komandi árið at spæla við GÍ.
Í landskappingin er leingi líkt til, at GÍ skal yvirtaka oddasessin frá B36, men í seinastu minuttunum koppar alt. VB javnar ímóti GÍ, meðan B36 við 10 monnum fær vent 0-1 til 2-1 á útivølli móti FS Vágum.
Í aðru deild hevur ÍF veruliga fingið ferð á, og á heimavølli vinna teir 6-0 á TB.
Í donsku superliguni hevur Brøndby fingið bestu byrjanina, men FCK tykist nú at koma fyri seg. Í Noreg er Jákup Mikkelsen vorðin fastur maður á beinkinum hjá Molde.
29. august
FSF dømir HB at rinda NSÍ 10.000 kr. í endurgjaldi, aftur fyri at dysturin millum liðini verður fluttur, men í HB vilja tey als ikki góðtaka hetta.
Kappingarnevndin hjá FSF hevur gjørt av, at Skála skal vinna kæruna um dystin móti HB, men HB kærir úrskurðin til dómsnevndina.
30. august
Føroyski landsliðshópurin savnast til dystirnar móti Luksmburg og Russlandi.
NSÍ og HB spæla málleysan javnleik í Gundadali. Høvuðshendingin í dystinum er, tá Jóhannis Joensen fær eitt reytt kort, sum hann sjálvur skýrir sum láturligt.