Heimsnøvnini hittast á G!

Einar Már Gudmundsson, Johan Harstad og Thomas Boberg verða millum nøvnini, ið leygardagin luttaka á bókmentaløtuni á ársins G!Festivali.


Festival summarið
 
G!Festivalurin er annað enn bert tónleikur, festivalurin kunngerð í dag fleiri heimskend nøvn innan bókmentir á stórslignum norðurlenskum bókmenta tiltaki. Við umboðan av so stórum norðurlenskum nøvnum innan skaldskap sum Einar Már Gudmundsson, Johan Harstad, Thomas Boberg, umframt unga íslendska høvundin Eirík Ørn Norðdahl og føroyingarnar Jóanes Nielsen, Carl <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Johan Jensen&quot;$?$end$!$Johan Jensen</st1:PersonName$?$end$!$, Kim Simonsen og Vónbjørt Linjonsdóttir. Tiltakið er fyriskipað í samstarv við Outsider Magazine. <BR>Vónbjørt Linjonsdóttir, ið samskipar tiltakið fyri G!Festivalin sigur við Sosialin, at tað er orsakað av góðu sambondinum hjá Kim Simonsen og Outsider Magazine við norðurlensku høvundarnar, at tað hevur eydnast at skapa eina so spennandi skrá. G!Festivalurin er nógv annað enn tónleikur sigur Vónbjørt Linjonsdóttir, og við bókmentatiltakinum verður ein roynd gjørd at seta fokus á orðið. Tílík tiltøk verða javnan  fyriskipaði á tónleikafestivalum uttanlands, og eitt nú Roskilde Festivalurin hevur havt góðar royndir við tílíkum.
Vónbjørt Linjonsdóttir er einasta kvinnan á skránni og somuleiðis rithøvundurin við minstu skaldsligu royndunum á tiltakinum. Hon leggur heldur ikki skjól á, at hennara kyn eigur stóran leiklut í hennara luttøku. Hon sigur, at av tilvild vóru einans mannfólk á skránni, og tí avgjørdu fyriskipararnir at skapa eitt sindur av kvinnuligari mótvekt, við at lata Vónbjørt lesa yrkingar sínar.
Á tiltakinum verið høvið at hoyra upplestur av brotum úr skaldsøgum og yrkingum, umframt samrøðu millum Kim Simonsen og Johan Harstad.
Tiltakið verður í backstage hølunum í Syðru Gøtu, tey ið hava armband til G!Festivalin sleppa ókeypis inn, men onnur kunnu eisini luttaka við at keypa atgongumerki á 50 kr. við dyrnar.
 
Stutt um rithøvundarnar
Johan Harstad (f.1979) er ein av kendastu prosahøvundunum í Noreg í dag. Hann fekk eitt stórt altjóða gjøgnumbrot við triðju bók síni skaldsøguni Buzz aldrin hvor ble det av deg i alt mylderet? Bókin verður nú týdd til fleiri enn 10 mál, og er vorðin ein bestseljari.
 
Einar Már Gudmundsson (f. 1954) er kanska hin kendasti núlivandi høvundin í Íslandi í dag. Hann er kendur fyri at skriva søguna hjá norðurlendsku undirstættini. Kendar eru t.d. " Fotspor a Himnum, Draumar á jörðu, Nafnlausir vegir frá 1999 og 2000. Hann fekk Bókmentavirðisløn Norðurlandsráðsins í 1995 fyri skaldsøguna Alheimsins Einglar, ið er týdd til føroyskt. 
 
Thomas Boberg (f. 1960)  er kendur fyri sínar yrkingar, men kanska mest fyri ferðabøkurnar Sølvtråden, Americas og Invitation til at rejse. Yrkingarháttur hansara hevur nógv til felags við spanska og suðuramerikanska yrking. Thomas Boberg var í ár í uppskoti til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins. 
 
Eiríkur Ørn Norðdahl (f. 1978) er av Ísafirði á Vestlandinum í Íslandi. Eiríkur hevur útgivið trý yrkingasøvn og skaldsøguna Hugsjónadruslan. Hann hevur týtt bæði Ginsberg og Michael Moore til íslendskt. Harumframt skipar hann fyri bókmentafestivalum og hevur verið við til at stovna yrkjarabólkin Nýhil, ið hevur sett dagsskránna innan íslendska yrking seinastu árini.
 
Jóanes Nielsen (f. 1953) hevur  fýra ferðir verið í uppskoti til Bókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins, og fyri sjónleikin Eitur nakað land Weekend? vann hann Norðurlendsku Dramatikaraheiðurslønina. Hann hevur útgivið skaldsøgur, yrkingasøvn og greinasøvn síðan síðst í 70árunum.
 
Carl Jóhan Jesen (f. 1957) úttalaði sjálvur, at skaldsøgan Ó var eitt tað týdningarmesta føroyska verkið seinastu 40 árini  og ummælararnir høvdu  lyndi at geva honum rætt. Carl Jóhan Jensen hevur útgivið yrkingasøvn og skaldsøgur síðan síðst í 70árunum og var í uppskoti til Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri yrkingasavnið Tímar og rek.
 
Kim Simonsen  (f.1970) er kendur sum blaðstjóri, ummælari og bókmentafrøðingur og sum ein av okkara virknastu viðmerkjarum og ummælarum. Hann hevur givið savn av greinum út, Dreymar um opin vindeygu, og yrkingasøvnini Kodakmyndir frá sjeytiárunum og Náðisólin.
 
 
Vónbjørt Linjonsdóttir (f. 1974)  debuteraði sum yrkjari í Outsider Magazin 2-3 við yrkingini Kvirra, og útgevur í næstum stuttsøgu í einum savni hjá Skúlabókagrunninum, sum kemur út í heyst. Hon starvast í løtuni sum bókavørður á Fuglafjarðar Bókasavni.