Heini er millum teir fyrstu ellivu

Odmar Færø og Jákup B. Andreasen eru á KÍ beinkinum í Helsingfors

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Helsingfors, har KÍ fer at spæla fyri lívinum í Conference League.

 

Fyri einari viku síðani endaði tað 2-2 á Tórsvølli, og nú verður tað vinnarin millum HJK Helsinki og KÍ, sum fer at halda fram í kappingini.

 

Umframt ítróttarliga partin av uppgerðini so er tað fíggjarligi parturin. Talan er um tvísifrað tal av milliónum, sum standa upp á spæl. Higartil hevur KÍ í Champions League og Europa League í hesum kappingarárinum vunnið umleið 12 milliónir. Um tað eydnast KÍ í kvøld at vinna seg víðari í kappingini, so verða inntøkurnar øktar við umleið 20 milliónum, og so vera milliónirnar uppaftur fleiri, um tað hilnast væl seinni í heyst.

 

Heini Vatnsdal er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Hann hevur higartil í ár spælt millum lítið og einki, tí hann hevur verið skaddur. Merkisvert er tað annars, at Jákup B. Andreasen, sum síðani í vár hevur verið skaddur (brotið bein í fótinum) er á beinkinum saman við eitt nú Odmari Færø og Mads Bo Mikkelsen, sum mánadagin fekk landsliðsboð.

 

René Shaki Joensen er ikki við í Finnlandi, tí hann eftir reyða kortið í síðstu viku er leikbannaður.

 

KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal, Alexander Berntsson, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Albert Ejupi, Hallur Hansson, Kristoffer Ødemarsbakken – Páll A. Klettskarð

 

Á beinkinum: Ari í Haraldstovu Petersen, Deni Pavlovic, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Odmar Færø, Joseph Michael Williams, Ahmed Latif, Claus Philip Kronberg

 

Venjari: Espen Haug