Tá løgtingið fyri løtu síðani feldi broytingaruppskotið frá fýra samgongumonnum, var Heini O. Heinesen tungan á vágskálini. Hevði Tjóðveldi staðið saman um at samtykt broytingaruppskotið frá fýra samgongumonnum, so hevði samgongan verið í vanda.
Sambært Rás2 var tað eitt kardinalpunkt hjá Fólkaflokkinum at fáa samtykt broytta uppskotið frá Jacob Vestergaard við triðju viðgerð í dag.
Tá atkvøtt varð um broytingaruppskotið um at skerja fiskidagarnar við átta prosentum stóð á jøvnum, 16-16. Ein atkvøða var blonk, og hana átti Heini O. Heinesen úr Tjóðveldi.
Soleiðis kann staðfestast, at um Tjóðveldi stóð saman, so hevði samgongan verið í vanda.