Heini á Marknagili seksti

Leygardagin eru tað 60 ár síðani Heini á Marknagili í Klaksvík gav fyrsta ljóðið frá sær.

Vit eru skyldmenn, pápi hansara Andrias á Marknagili og pápi mín Leivur vóru brøður. Teir eru báðir farnir, og hjá okkum sum eru komin upp í miðjan aldur, gongur tað við rúkandi ferð. Ella tað kennist so. Árini eru tey somu í longd, tað eru okkara evnir at uppliva árini, sum er broyttur.

Nú eri eg ikki klaksvíkingur, og eg kundi hugsað mær, at klaksvíkingar eru samdir. Heini hevur lætt við at samskifta við fólk og hann hevur ein stóran umgangskreds. Og tað eru nøkur ting í lívinum sum forbjóða seg sjálvt. Er tú óbeinasamur, óblíður, súrur og tvørur, so ber illa til at hava ein stóran umgangskreds, uttan so at fólk eru tvungin av hava samband við teg av fíggjarligum ella átrúnaðarligur áðum. Heini eigur hesi vælsignaðu evnini, at fólk kenna seg væl í hansara samveru, tey koma aftur og aftur og sjálvt professionelt, har hann er til arbeiðis, koma fólk at heilsa upp á hann, fyrst og fremst tí hann er Heini, og so sjálvandi eisini tí hann er umboðsmaðurin hjá Skipafelagnum millum fjøllini har norðuri. Eg veit væl, at tað eitur Faroe Ship ella okkurt heilt annað í dag, men tað riggar betri at siga Skipafelagið.

Eitt tað kærasta eg havi lært av heimspekini, av filosofiini eru megnarorðini hjá eysturpreusaranum Imanuel Kant. “Tú kann ongantíð siga sannleikan sum hann er, tú kann bara siga hann soleiðis sum hann vísir seg fyri tær.” Tað vil siga, at mín sannleiki nýtist ikki at vera tín sannleiki.

Og hvussu vísir Heini seg so fyri mær. Hann er mest Lina, mamman, og nokk so nógv Andrias og næstu løtuna er hann bara Andrias, og so dagar ediliga mamman aftur í rundleitta andliti hansara. Einu løtuna er hann mamman í sinnalagi, og næstu løtuna er hann pápin í framburði og soleiðis skiftir. Tað blídliga og tað framfýsna legst í hvørt annað í søtum blandi.

Umframt bingjur, farmabrøv og samband við stór bingjuskip gongur hin leggurin av Stokksoyrarvegi og beint heim í Betesda og til samkomurnar kring landið. Heini livir andaliga lívið við lív og sál og tað er attraktivt hjá honum at koma í samkomuna javnan og regluliga. Eg kenni Heina væl, og eg veit, at hann fer ikki í samkomuna tí hann skal, men tí at arbeiðið í víngarðinum dregur sterkari enn mánin í mysing og Heini kennir seg heilan millum brøður. Her fær hann sín identitet sum eitt Guds barn og kennir fulla vissu um tað sum ikki sæst fyri framman.

Heini hevur hetta samansetta lyndið, sum eisini er umboðað í familjuni í Oyndarfirði, at skifta millum gaman og álvara og onkuntíð at blanda alt saman, soleiðis at tí í sama bili upplivir látur og tung tár. Ein sjarmerandi eginleiki, sum eg ikki dugi enn, og hvør veit.

Heini hevur sett seg niður beint uttanfyri barnaheimið á Bumshamri og tað er eitt fjálgt heim at koma í . Hann er matligur sum fáur og mangan angar av stoktum fiski og leyki út um veggirnar. Tú er vælkomin longu tá ið tú setir bilin niðan fyri húsini og meðan tú gongur niðan gjøgnum tær mongu trappurnar, stendur hann klárur í gongini.

Hjallin hevur hann í túninum og hann er fullur av góðum úr sjónum og av Húsum. Judith er úr ognarhúsi og tað sæst aftur í hjallinum, hóast Heini ikki er nakar úrmælingur innan landbrúk. Tí taka aðrar hendur sær av. Og Heini er ikki smátøkin og oysir ríkiliga av tí sum flytur í hansara hús.

Hiðani verður send ein flógv føðingardagsheilsan til vin mín og skyldmann, sum er eins kønur í Ísraels søgu og okkara egnu. Heini sær stórt í hondunum á teimum sum sleptu og hann hevur kanska lyndi undirmeta seg sjálvan og gloyma, at hann eisini er nakað stórt í eygunum á okkum sum standa honum nær, og ikki minst teimum mongu kring landið sum hann ár eftir ár vælsignar við sínum talugávum, sum peika á tað ónevniliga, sum ongin hevur sæð og sum er upphavið til alt. Og niðri á tí jarðiska heilt niðri á jørðini eru hann eitt undurbarn innan farmaflutning í Norðoyggjum.

Heini verður ikki heima føðingardagin.

Hjartaliga tillukku við degnum.


Heilsan


Jústinus Leivsson Eidesgaard