? Heini O. Heinesen skal ikki sleppa at vaska sær um hendurnar, sum ein annar Pilatus. Tað eru fyrst og fremst hann, og tjóðveldisflokkurin yvirhøvur, ið syrgdu fyri, at Jógvan S varð lagdur.
Jógvan Lutzen, reiðari á Jógvan S. vísir avgjørdur tí aftur, sum Heini O. Heinesen, formaður í landsstýrismálanevndini førir fram í Sosialinum fyrr í vikuni.
Heini O. Heinesen segði, at tað, sum landsstýrismálanevndin hevði gjørt, varð at taka eina avgerð um Jógvan S, eftir eina beinleiðis klagu frá felagnum Línuskipum.
Men hann vísti á, at tað var landsstýrismaðurin, sum hevði lagt Jógvan S og at tað avgerðina hevði landsstýrismaðurin tikið einsamallur.
Tí skuldi hann og landsstýrismálanevndin ikki hava skyldina fyri, at Jógvan S varð lagdur.
Men hesum er høvuðspersónurin í málinum, Jógvan Lutzen, reiðari á Jógvan S alt annað enn samdur í.
Hann sigur, at hetta er ein roynd hjá Heina O. Heinesen at tváa sær um hendurnar og at renna undan sínum gerðum.
? Veruleikin er, at alt føroya fólk hoyrdu Heini O. Heinesen taka støðu ímóti Jógvan S av tingsins røðarapalli, longu áðrenn málið kom til viðgerðar í landsstýrismálanevndini.
Tað gjørdi hann, tá ið hann av tingsins røðarapalli segði, at fiskiloyvið til Jógvan S var ólógligt.
Hetta førdi við sær, at ein annar limur í landsstýrismálanevndini, Jákup Mikkelsen, fanst at Heina O. Heinesen.
Hann fór upp á tingsins røðarapall og helt at Heini O. Heinesen hevði gjørt seg ógegnigan til at viðgerða málið í landsstýrismálanevndini, tí nú hevði hann longu felt fóm í málinum frammanundan.
Jógvan Lutzen vísir eisini á, at tað meiri enn einaferð varð alment frammi, at tjóðveldisflokkurin beinleiðis kravdi, at fiskiloyvið til Jógvan S. varð tikið aftur.
?Sostatt er tað ikki rætt, sum Heini O. Heinesen sigur, at avgerðin um at taka fiskiloyvið aftur, er ein avgerð, sum landsstýrismaðurin einsamallur hevur tikið.
? Veruleikin er, at tjóðveldisflokkurin beinleiðis kravdi av samgongun, at fiskiloyvið varð tikið aftur.
Reiðarin sigur, at tí skal Heini O. Heinesen ikki sleppa at renna undan sínari ábyrgd í hesum máli við at siga, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur tikið fiskiloyvi aftur einsamallur.
? Tað er ikki landsstýrismálanevndin, sum er gjørd til syndabukk í hesum máli. Tað er eigararnir, manningin og húskini hjá eigarum og manning, sum eru syndabukkar í hesum málið.
? Og upphavið til alt, er landsstýrismálanevndin og teir tríggir politisku oppurtunistarnir, sum har sita, við Heina O. Heinesen á odda, væl stuðlaðir av øllum tjóðveldisflokkinum, sum kravdi, at loyvið varð tikið aftur.
Jógvan Lutzen vil ikki nærri inn á tað løgfrøðiliga í málinum, tí tað er latið upp í hendurnar á løgfrøðingarnar hjá felagnum.
Men hann ivast stórliga í løgfrøðiliga førleikanum hjá landsstýrismálanevndini.
Tað, hann sipar til, er, at aðrir aðrir løgfrøðingar eru komnir til ta niðurstøðu, at onki er at finnast at fiskiloyvinum hjá Jógvan S.
? Tað, sum landsstýrismálanevndin hevur gjørt, er at gera seg til ein dómstól og tað er var ikki endamálið við henni.
? Sostatt kann eg ikki annað enn staðfesta, at hetta er talan um politiska forfylging og onki annað. Heini O. Heinesen hevur brúkt alla sína politiska orku uppá at fáa Jógvan S lagdan.
Endurgjald upp á tíggjutals milliónir
Jógvan Lutzen sigur, at hendan politiska forfylgingin hjá Heina O. Heinesen fer at kosta føroyska skattgjaldaranum eina upphædd upp á tíggjutals milliónir í endurgjaldi.
Hann sigur, at Jógvan S er nú lagdur og fer ikki útaftur, sum støðan er.
? Í løtuni er tað ikki í okkara hondum, hvat hendur við bátinum. Men eigararnir hava bundið seg fíggjarliga til peningastovnarnar í sambandi við Jógvan S og tí eru vit komnir í eina ringa støðu.
? Eg veit ikki, hvussu støðan einstøkum eigarum hjá Jógvan S er. Men tað er ikki óhugsandi, at onkur hevur sett húsini í veð fyri at seta pening í skipið, tí tað er hent fyrr.
Sostatt er onki at ivast í, at talan verður um eitt endurgjaldskrav upp á tíggjutals milliónir, men, hvussu stórt tað verður, er ikki roknað út enn.
Harafturat hevur Fiskimannafelagið boðað frá, at tað fer at reisa endurgjaldskrav vegna manningina.
Jógvan Lutzen leggur eisini afturat, at síðani Fiskimálaráðið broytti útrokningarháttin fyri veiðiorkuni,eru hava 33 skip fingi veiðiloyvi eftir sama roknihátti, sum Jógvan S.
?Vit fara heldur ikki at góðtaka, at bara Jógvan S skal vera tikin burturúr og missa fiskiloyvið ímeðan allir aðrir sigla. Vit fara sjálvsagt at krevja, at tað sama verður galdandi fyri øll skipini, sum er galdandi fyri Jógvan S. Og missa tey eisini fiskiloyvið er ongin ivi um, at tey eisini fara at reisa endurgjaldskrøv ímóti landskassanum.
Hann heldur eisini, at tað er óhoyrt í einum rættarsamfelag, at ein avgerð fær afturvirkandi kraft.
?Varð semja um, at framferðarhátturin hjá Fiskimálaráðnum varð skeiv, átti tað sjálvsagt at verið galdandi frameftir. Tað gjørdi tað eisini í tí málinum, sum Jørgen Niclasen misti høvdið uppá. Skipið, sum hann misti høvdið uppá, siglur framvegis, vísir Jógvan Lutzen á.