Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum, vísir øllum atfinningum frá Heina O. Heinesen aftur. Satt at siga hevur Heini O. Heinesen sambært Vinnumálaráðharranum einki at finnast at. Arbeiðið við Norðoyatunnlinum gongur sína gongd, og tá talan er um slíkt stórarbeiði, tekur tað sjálvsagt sína tíð.
Arbeiða skjótast gjørligt
Bjarni Djurholm sigur við Sosialin, at higartil hevur arbeiðið gingið skjótast gjørligt.
- Boðini frá Vinnumálastýrinum til Partafelagið Norðoyatunnilin og Landsverkfrøðingin hava allatíðina verið at arbeiða miðvíst við projektinum, og hóast nøkur viðurskifti hava seinkað gongdina nakað, hevur sum heild verið arbeitt skjótast gjørligt, sigur Bjarni Djurholm.
Í hesum høpi varð játtan frá Fíggjarmálaráðnum strikað á umleið 300.000 krónur, og tríggjar ferðir hevur Vinnumálastýrið biðið um eykajáttan frá Fíggjarmálaráðnum at byrja arbeiðið við. Viðvíkjandi lendinum í Klaksvík, har vegagerð er á skránni í næstum, skal Friðingarnevndin eisini geva grønt ljós, og nøkur ivamál hava verið viðvíkjandi fornfrøðiligum viðurskiftum og linjuforðingum í Leirvíksfirði, har ymsar kanningar eisini hava verið neyðugar.
Arbeiðini boðin út
Í einum so týdningarmiklum og kravmiklum arbeiði er talan sambært Bjarna Djurholm í flestu førum um, at viðurskifti stinga seg upp, sum seinka gongdina, men higartil hevur einki álvarsamt forðað fyri ætlanini, og í nærmastu framtíð fer arbeiðið í gongd.
- Partafelagið Norðoyatunnilin hevur bjóðað arbeiðið út til vegagerð við tunnilsmunnan í Leirvík, og tilboðini skulu vera inni aftur 12. august. Sjey entreprenørar eru inni í myndini, sigur Bjarni Djurholm.
Vinnumálaráðharrin heldur fram at siga, at hini arbeiðini eisini eru boðin út, og tilboðini skulu vera inni í nærmastu framtíð, so klárt er at byrja uppá sjálvt arbeiðið. Í vár góðkendi Landsverkfrøðingurin forprojektið, og væntandi verður detailprojektið góðkent um ein mánað.
- Hetta arbeiðið verður boðið út í august/september, og skulu tilboðini vera inni seinnu helvt av oktober mánaði. Bjarni Djurholm sigur, at arbeiðið fyrst byrjar í Leirvík, og væntandi fer hetta í gongd um mánaðarskifti november/desember.
Viðvíkjandi búskaparligu konjunkturgongdini í Føroyum í løtuni tykjast komandi árini fara at vera meiri soltin enn undanfarnu. Hetta kann sambært Heina O. Heinesen eisini hava ávirkan á arbeiðið, men tað tykist Vinnumálaráðharrin ikki stúra fyri.
- Tá vit eftir ølluma at døma fara inn í eitt tíðarskeið við minni peningi enn undanfarin ár, er júst týdningarmikið at fáa gongd á og arbeiða miðvíst við projektinum. Negativa konjunkturgongdin nýtist ikki at forða fyri arbeiðnum, um rætti framferðarháttur verður nýttur, sigur Bjarni, sum leggur afturat, at landskassin skal gjalda 32 mió. um árið undantikið 2004, tá einki verður goldið.
- Heini burturvið
Sostatt tykist arbeiðið sambært Bjarna Djurholm kunnað fara av bakkastokki í nærmastu framtíð, og hann vísir á, at Heini O. Heinesen onga orsøk hevur til ákærurnar og álvarsomu hóttanirnar.
- Tá eitt projekt er í gongd, sum kostar 300-400 mió., ber ikki til at rista tað heila úr ermuni uttan nakað hóvasták. Talan er um eitt sera stórt og kostnaðarmikið projekt, sum eftir umstøðunum higartil hevur gingið væl, og tískil er tað heilt burturvið at koma við teimum útsøgnum, Heini O. Heinesen nú hevur borðreitt við, sigur Bjarni Djurholm. Hann leggur afturat, at higartil er alt avgreitt, sum kann vera avgreitt.
- Um Heini O. Heinesen vil slíta samgonguna orsakað av hesum, hevur hann avgjørt valt skeivt mál, og skuldsetingarnar eru heilt hol í høvdið, eru seinastu viðmerkingarnar hjá Bjarna Djurholm um álvarsomu skuldsetingarnar frá Heina O. Heinesen, sum í versta føri kunnu elva til samgonguslit.
Mynd: Bjarni Djurholm vísir øllum skuldsetingum aftur og sigur, at ákærurnar hjá Heina O. Heinesen eru uttan orsøk og púra burturvið. ? Um Heini ætlar at slíta samgonguna orsakað av hesum, hevur hann valt eitt skeivt mál, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnumálum