Politisk umsiting
? Eg veit ikki, hvat Heini O. Heinesen tosar um.
Jørgin Niclasen, landstýrismaður skilir sett ikki, hví nývaldi formaðurin í landsstýrismálanevndini sigur, at hann ætlar sær at ansa serliga væl eftir umsitingini í Fiskimálaráðnum.
Í aðrari grein her í blaðnum, beinleiðis ávarar Heini O. Heinesen landsstýrismannin í fiskivinnumálum ímóti at bróta lógina.
?Landsstyrismálanevndin skal hava eitt vakið eyga við umsitingini hjá øllum landsstýrisfólkunum og sostatt eisini við mær.
? Og eg vænti mær onki minni av Heina O. Heinesen, enn at hann eisini livir upp til sína uppgávu, sigur Jørgin Niclasen.
? At siga, at hann skal fylgja serliga væl við mær, er ein margháttlig útsøgn. Landsstýrismálanevndin skal ikki brúkast til at føra politikk við, leggur hann afturat.
Ongar ætlanir
Annars hevur Jørgin Niclasen ikki ánilsi av, hvat Heini O. Heinesen tosar um.
?Eg veit ikki um nakrar serligar ætlanir, sum kundi givið honum høvi til tala at, longu frammanundan.
Jørgin Niclasen sigur, at sjálvsagt arbeiðir Fiskimálaráðið eftir lógini og tað ætlar hann at halda fram við.
?Koma umsóknir til Fiskimálaráðið ætla vit at viðgera tær eftir lógini, hvørki meiri ella minni. Og tað, sum hendir á fiskivinnuøkinum, skal sjálvsagt vera eftir lógini.
? Og fáa vit hinvegin umsóknir, vit ikki hava heimild at ganga á møti, verða tær heldur ikki gingnar á møti, so einfalt er tað, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.
Annars sigur hann, at prosentbýtið fyri, hvussu stóran part av hvørjum fiskaslagi, hvør bólkur av skipum og bátum eiga, er bara vegleiðandi og tískil ikki avgjørt bindandi.
? Hetta er ein leivd frá teirri tíðini, vit høvdu kvotaskipanina og tað er ein spurningur, hvussu leingi tað verður í gildi afturat.
Hann leggur afturat, at er talan um at leggja loyvir saman, eru reglarnar púra greiðar og lutfalsliga einfaldar.
? Tað er loyvt at leggja bátar saman. Verða tveir bátar lagdir saman, ber til at útvega sær ein størri bát. Tá hyggja vit eftir, hvussu stórir bátarnir eru. Vit ganga longd, ganga breidd ganga dýbd og verða tveir bátar lagdir saman, kann nýggi báturin verða eins stórur og hinir báðir tilsamans. Men tað er avgerðandi, at veiðitrýstið ikki skal veksa.
? Skal hetta ikki vera loyvt í eini fiskivinnutjóð, heldur alt uppat, tí tað er alt avgerandi, at vinnan sleppur at minnast, sigur Jørgin Niclasen