Heini Hanusarson, sum takkaði fyri seg við gullinum um hálsin í fjør, heldur at vestmenningar mugu vinna fyrru FM finaluna, um teir skulu gera sær vónir um at vinna FM gull í ár.
- Eg vænti at kjansurin hjá VÍF er í dag. Tapa teir í dag, so vænti eg at slagið er tapt, sigur Heini Hanusarson, sum er fleirfaldur FM vinnari í føroyskum hondbólti.
Í fjør vann VÍF fyrru FM finaluna, sum somuleiðis var í Vestmanna, greitt. Tað legði lunnar undir eina heldur óvæntaða FM finalu, har oddaliðið úr Hoyvík eisini taptu seinnu FM finaluna. Eyðnast tað H71 at vinna í kvøld, so skulu vestmenningar vinna leygardagin og møguligu triðju finaluna sunnudagin.
- H71 er í betri venjing til tveir dystir dag um dag, sigur Heini Hanusarson, sum hevur H71 til at vinna FM í ár.
Rás2 sigur beinleiðis frá FM finaluni, sum verður í Vestmanna frá klokkan 20. Rás2 sigur somuleiðis frá FM finaluni hjá kvinnum, sum verður klokkan 18.