Heita á bilførarar um at ansa eftir børnunum

– Heitt verður eisini á foreldur um at fara til gongu við børnum og at vísa teimum, hvussu tey skulu gera. Í ár eru 14 kommunur í samstarvi við Ráðið fyri Ferðslutrygd

Í næstu viku, hósdagin 18. august byrja skúlarnir aftur. Hetta merkir, at tað aftur verða børn í ferðsluni á veg í og úr skúla. Og fyri umleið 750 børn, verður hetta eisini fyrstu ferð, tey fara í skúla. Kommunurnar og Ráðið fyri Ferðslutrygd minna nú  bilførarar á um at ansa serliga væl eftir.

 

– Vit skulu altíð hugsa um tað bleytu ferðsluna, men tá ið skúlarnir byrja, skulu vit vera serliga varin, siga tey. Tað eru nógv smá børn, sum eru óroynd í ferðsluni og tað krevur, at fóturin verður tikin eitt sindur av speedaranum og at bilførararnir ansa serliga væl eftir.

 

Aftur í ár samstarva kommunur og Ráðið fyri Ferðslutrygd um at fáa børnini trygt í skúla. Við skúlarnar verða skelti hongd upp, við eini áheitan á bilførara um at vísa varsemi. Tær 14 kommunur, sum eru við hesa ferð,  eru: Eiði, Fuglafjørður , Hvalbiar  Kommuna, Hvannasund, Klaksvík, Kvívík, Runavík, Sjóvar Kommuna, Sumb, Sunda Kommuna, Sørvágur, Tórshavnar Kommuna, Vága Kommuna og Vestmanna.

 

Men tað er ikki nokk við skeltum og tí heitir Ráðið fyri Ferðslutrygd á foreldur um fara út í ferðsluna við børnunum at læra tey, hvussu tey skulu gera. Tað krevur venjing og royndir at gera børnini trygg í ferðsluni og at læra tey, hvørjum tey skulu ansa eftir á vegunum.

 

– Tað er tíbetur sjáldan, at børn verða yvirkoyrd og ein orsøk til tað er, at foreldur duga væl at ansa eftir teimum, og hesum skulu vit halda fast í. Tá barnið byrjar í skúlanum, er hetta ein nýggj støða, og hon krevur at barnið dugir at bera seg rætt at í ferðsluni. Barnið lærir ikki um ferðslutrygd av baksetrinum í bilinum, ella við at hyggja í eina bók. Tí verður mælt til, at foreldur fara út í ferðsluna saman við barninum. Tess meira foreldur og børn venja í ferðsluni, tess raskari verður barnið at ferðast sjálvt, sigur Ráðið fyri Ferðslutrygd.

 

Samstundis fáa øll børnini í fyrsta flokki ein súkkluhjálm og ein faldara við góðum ráðum til trygga atferð í ferðsluni. Og í heyst fáa tey minstu børnini eisini ein endurskinsvest.