- Heita á politikarar um at vísa javnbjóðis virðing

Dagstovnaráðið kemur í dag við einari áheitan á allar politikarar

- Dagstovnaráðið heitir á allar kommunalar- og landspolitikkarir um at vísa í verki, at vit í Føroym virða allar fakbólkar og hvønn annan, sum javnstøðis borgarar‚ og tískil veita líka løn fyri javnsettar útbúgvingar.
Námsfrøðiliga økið hevur leingi verið eftirbátur í lønarviðurskiftum í mun til aðrar fakbólkar á sama útbúgvingarstigi. Bæði viðvíkjandi lønarlagi, starvsaldur og ikki minst eftirløn, skrivar Dagstovnaráðið á Facebook síðu sínari í dag. 

 

Ráðið sigur, at námsfrøðiliga økið hevur, av tí sama‚ havt trupult við at fáa ungfólk at vera áhugað í at nema sær útbúgvina á økinum‚ og at arbeiða og støðast innan námsfrøðiliga økinum.

 

 

- Sum nú er mangla umleið 500 námsfrøðingar, bara fyri at uppfylla minstakravið í dagstovnalógini. Hetta førir við sær‚ at vit sum samfelag fáa eina vánaligari tænastu innan alt tað námsfrøðiliga økið. Avleiðingarnar av hesum kenna vit‚ sum starvast á økinum, okkara børn, búfólk á stovnum og brúkarar kring alt landi.
Vit vita, at lønin er ein stórur partur av hesum trupulleikanum og kunnu als ikki góðtaka, at okkara fak áhaldandi verður fyri hesum mismuni, skrivar ráðið. 

 

 

Víðari siga tey, at Føroya Pedagogfelag er tvungið til at taka tey keðiligu‚ men neyðugu stigini, fyri at fáa okkum javnsett við onnur fakøkir á jøvnum útbúgvinarstøði. 

 


- So góðu tit, sum sita við ávirkan og sum taka avgerðirnar - nógv av tykkum eru vald av limum í Pedagogfelagnum út frá teimum lyftum‚ sum tit høvdu um at geva okkum betri arbeiðskor - fáið nú hettar í rættlag og gevið okkum virðilig kor at arbeiða undir, skrivar Dagsstovnaráðið og leggur aftrat, at Føroyar fáa tað tíggju, ja um ikki hundrafold aftur.