Inntøkukanningar hjá Hagstovu Føroya vísa, at inntøkan hjá fólkapensjónistum, sum bert ella nærum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, er ov lág. Kanningarnar vísa, at sjeyndi hvør fólkapensjónistur - 14,4% av øllum fólkapensjónistum i Føroyum - liva í fátækradømi. Í størsta mun eru tað stakir fólkapensjónistar, heili 41% teirra, sum liva i fátækradømi.
Fólkapensjónistar, sum bert ella nærum bert hava fólkapensjón og samhaldsfasta at liva av, hava rætt og slætt ov lítið av peningi til lívsins uppihald. Tí eiga okkara myndugleikar beinanvegin at økja pensjónsveitingarnar.
Landsfelag Pensjónista mælir til at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta heilt munandi
Samhaldsfasti hevði í 2010 eitt ársúrslit upp á + 94, 4 mio. kr. Í staðin fyri at leggja alt avlopið frá hesum eina ári aftur at stovnsfænum, sum longu nú táttar í milliardina, mælir Landsfelag Pensjónista til, at 75% av avlopinum verður brúkt til at hækka útgjaldið úr samhaldsfasta nú beinan vegin. Verður hetta gjørt, kann útgjaldið til hvønn einstakan fólkapensjónist hækka við góðum 900 kr. um mánaðan 12 mánaðar fram.
Allir politiskir flokkar hava mælt til, at inngjaldið til samhaldsfasta verður hækkað. Landsfelagið mælir til, at hetta verður gjørt skjótast gjørligt at fíggja hækkaða útgjaldið framyvir.
Soleiðis kunnu allir fólkapensjónistar í landinum fáa eina fíggjarliga nøktandi tilveru, har inntøkan røkkur til eitt vanligt lív og til vanligt, dagligt forbrúk.
Fólki í neyð væntar hjálp – nú!
Tað er skylda avvarðandi myndygleika at veita hana.
Klaksvík, hin 22. oktober 2011
Landsfelag Pensjónista
Arne Thorsteinsson, formaður
Elisabeth Ellingsgaard, næstforkvinna
Inna Nattestad, nevndarlimur
Finnur Johansen, nevndarlimur
Alma Petersen, nevndarlimur
Henda áheitan er send til stýrið fyri samhaldsfasta, almannaráðið, fíggjarmálaráðið og politisku flokkarnar.
Fjølmiðlarnir eru kunnaðir um áheitanina