Áheitan til suðuroyingar: takið tað leysa upp

Tilbúgvingarleiðarar biðja um hjálp.

Aftur seinnapartin í dag verður sagt frá nógvum vindi og tað hevur fingið tilbúgvingarleiðarar í Suðuroynni, at koma við einari áheitan á fólki kring oynna. 

 

Landsverk boðar frá nógvum vindi og júst nú eru 28 m/s á Porkerishálsi, meðan veðurmátarin á Ørðaskarði er óvirkin. 

 

Sambært Suðuroyarportalinum heita tilbúgvingarleiðarar á suðuroyingar, um at taka upp tað, sum liggur og sløðist.

Har verður sagt, at tað nú liggur nógv runt oynna, sum seinni kann elva til skaðar, tá ið hvirlurnar raka. 

 

Ein stórur partur av at fyribyrgja skaðar er, at tað leysa verður tikið upp, áðrenn ódnir raka.