Hóast vit ikki hava merkt tað í dag vegna illfýsið verður, so vísa mátingar, at miðal hitin í vetur hevur verið tann heitasti í 127 ár, veit cphpost.
Miðalhitin í Tórshavn í desember 2016 og januar og februar 2017 var 6,1 hitastig, sum er hægri enn tey 5,5 miðalhitastigini í 2006, sum áður var heitasti veturin, sigur John Cappelen, veðurfrøðingur hjá DMI við cphpost.
Føroyski veturin hevur verið metheitur, turrari enn vanligt og við lítið av sól, sigur hann.
Hetta er ikki fyrsta tekin uppá at norðurlond verða heitari, tí fyrr í ár varð sagt frá, at hitin í eystur síðuni av Grønlandi var methøgur í 2016, skrivar cphpost.
Les meir her
Les eisini Mildi Veturin: Norðpólurin er 10 stig heitari nú