Heitir nú á býráðið um at bjarga Reyða Krossi

– Eg havi skrivað til Tórshavnar kommunu og biðið tey bjarga gamla Reyða Krossi, sigur Birgar Johannessen

– Eg havi skrivað til Tórshavnar kommunu og biðið tey bjarga gamla Reyða Krossi

 

Tað sigur Birgar Johannessen, sum stovnaði Býarsavnið í Havn, og sum hevur roynt at fingið Tórshavnar kommunu at yvirtaka gamla Reyða Kross, fyrsta læknabátin, sum varð bygdur í Havn fyri júst 100 árum síðani, í 1919.

 

Í Sosialinum í dag sigur Gunvør Balle, at tey í Tórshavnar býráð hava tosað um málið og eru komin til ta niðurstøðu, at tey vilja ikki átaka sær at bjarga gamla Reyða Krossi.

 

Vit kunnu ikki goyma alt bara tí, at tað er gamalt, sigur hon.

 

Tó sigur hon, at hon er sinnað at taka málið upp á fundi í mentamálanevndini, sum verður um tvær vikur, um býráðið fær eina formliga áheitan um at taka málið upp.

 

Og tað fær kommunan, tí Birgar Johannessen hevur longu skrivað áheitanina, sum verður send Tórshavnar býráð.