Amerikanskur professari mælir til at brúka flogfør, sum verða drivin av kjarnorku, fyri at sleppa undan dálking Framtíðar flogfør kunnu verða rikin av kjarnorku. Hesi flogfør hava einki Co2 útlát, og tey kunnu flúgva langar teinar uttan at skula bunkra brennievni.
Amerikanska blaðið The Times skrivar, at professarin í flogdesigni, Ian Poll, arbeiðir við eini ætlan, sum skal fáa umfatandi luftdálkingina hjá flogførum burtur, og hann er heitur fyri hugskotinum um kjarnorkurikin flogfør.
- Eg haldi, at kjarnorkuflogfør eru loysnin á dálkingar-trupulleikanum. Royndir vóru gjørdar við slíkum flogførum fyri 50 árum síðani, men eg viðurkenni eisini, at tað helst ganga nøkur ártíggjund, áðrenn fólk eru sannførd um, at tey vilja brúka slík flogfør, sigur Ian Poll við The Times.