Vit duga ikki at síggja skilvísi í at apotekið letur eina deild upp í miðbýnum í Havn.
Tað halda bæði Bogi Andreasen og Jákup Dam, býráðslimir í Havn. Og tað, teir sipa til, er ætlanin hjá apotekinum at lata eina deild upp í veghæddini í gamla húsinum hjá BankNordik í Steinatúni, og sum vit skrivaðu um her á www.in.fo hóskvøldið.
Men tað er ein ætlan, teir báðir býráðslimirnir halda lítið um. Teir vísa báðir á, at apotek er við SMS á Trapputrøðni, nakrar heilt fáar hundrað metrar frá sjálvum miðbýnum í Havn.
Bogi Andreasen staðfestir, at í hansa hugaheimi, ber illa til at tosa um at fáa apotek oman í býin, tí eftir hansara tykki er tað longu í býnum.
Jákup Dam skilir ikki grundgevingarnar fyri at fáa eitt apotek oman í Steinatún, tí tað er so stutt niðan í apotekið á Trapputrøðni.
Bogi Andreasen heldur, at tað hevði verið betri skil í at Apotekið læt eina deild upp í Hoyvík ístaðin, haðani tað er langt oman á Apotekið á Trapputrøðni.
Tað eru átta parkeringspláss í Steinatúni, men tey verða nú tikið, fyri at kunna húsa apoteki, kunningarstovu, farstøð til buss, og øðrum, í veghæddini í bygninginum.
Tað rímar ikki við hvørt annað, at skipa handlar, og nógv annað virksemi í bygninginum, samstundis sum at tey nærmastu parkeringsplássini verða tikin, sigur Bogi Andreasen.
Tróndur Sigurðsson, formaður í byggi- og býarskipanarnevndini, sigur, at tey parkeringsplássini verða útvega aðrastaðni í miðbýnum, í Tórsgøtu.
Har ber til at gera fleiri parkeringspláss framvið vegnum, uttan at tað kostar kommununi eina krónur, sigur hann.
Annars varð ført fram á býráðsfundi í Havn hóskvøldið, at ein hópur av fólki hevði vent sær til býráðið og býráðslimir, bæði skrivliga og munnliga við ynskinum um at fáa eitt apotek í miðbýnum, og tey ivaðust ikki í, at tað fer at avlasta apotekið á Trapputrøðni munandi, tí tað er gott busssamband við Steinatún, og har ferðast nógv fólk, samstundis sum tað ofta er meiri enn ein góð løta at bíða eftir at sleppa framat á apotekinum á Trapputrøði.