Skuldu danir valt forsætisráðharra í dag, hevði sosialdemokratiski floksformaðurin, Helle Throning-Schmidt, fingð fleiri atkvøður enn verandi forsætisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen.
Í einari kanning, sum Ritzau hevur latið gera, svara 47 prosent, at tey vildu havt Helle Thorning-Schmidt til stjórnarleiðara. 42 prosent høvdu valt Lars Løkke Rasmussen, og 11 prosent sita ikki, hvønn tey høvdu valt.
Tað eru serliga kvinnur, tey ungu og fólk við góðari útbúgving, sum velja Helle Thorning-Schmidt, meðan tey eldru og fólk við góðari inntøku, sum velja Lars Løkke Rasmussen.