Heldur soldátar enn generalar

Leiðslan í Sjálvstýrisflokkinum skuldi heldur hugsað um at fingið nakrar meinigar soldátar í flokkin, enn at berjast um, hvør skal vera generalur, heldur Kári P. Højgaard, løgtingslimur, sum er staddur á ST aðalfundinum í New York

 

Tíðindabræv úr New York:

 

New York

 

 

 

Tað er skelkandi og lítið hugaligt uppliva, at samstundis sum

 

Sjálvstýrisflokkurin í hesum døgum á altjóða stigi saman við øllum góðum

 

kreftum roynir at tryggja heimsfriðin í ST, skal ófriður og stríð valda

 

innanflokks. Sámal Petur og Helena hava hesi seinastu árini verið við til at

 

mynda føroyskan politikk og prógvað sín dugnaskap, og lítidðer at ivast í, at

 

flokkurin hevur brúk fyri øllum góðum kreftum. Ilt er at fáa eyga á, hvat

 

positivt úrslit kann spyrjast burturúr at skifta leiðara, nú so stutt er

 

eftir av valskeiðinum. Okkum er størri tørvur á soldátum heldur enn

 

generalum.

 

Sum helst flestu vita heima, var New York Marathon sunnudagin. Umleið 30.000 luttakarar vóru við úr øllum heiminum. Stórir og smáir, høgir og lágir. M.a luttók statsministarin í Slovenia Mikulas Dzurinda. Millum 5 teir fremstu av monnunum vóru 3 úr Kenya og 2 russarar. Hjá kvinnunum

 

var tann fyrsta úr Etiopia, og nr. tvey og trý úr Kenya.

 

Fólkatingsvalið hevur sett síni spor, og tríggir fólkatingslimir sum stillað

 

uppaftur, tóku avgerð um at fara heim fríggjadagin. Teir hava bert tríggar

 

vikur til valstríðið, so teir krevja at leggja seg í selarnar fyri at fáa

 

eitt gott val og tryggja sær enn eitt fýra ára skeið í Fólkatinginum.

 

Tað er ótrúligt, sum amerikumenn eru blíðir og hjálpsamir. Tað vísir seg,

 

sum um teimum dámar sera væl at verða spurdir um hjálp. Av tí at vegakervið

 

er uppbygt vid Aveveu longs og Streets tvørs í talrekkju, kann ein nærum

 

ikki fara skeivur. Eg havi, fyri at koma í tal við fólk, nýtt høvið at spyrja

 

um ymiskt, og geva teir sær góða tíð at greiða frá tí, spurt er um. Næstan

 

altíð endar tað vid spurninginum, hvar ein er frá. Enn havi eg ongan hitt ,

 

sum veit hvat ella hvar Føroyar eru. Tað nærmasta var maðurin aftan fyri

 

diskin í Postal Administration FN, sum segði seg hava hoyrt navnið, og helt

 

at Føroyar lógu í Eystursjónum.

 

Týsdagin 6 november er borgarstjóraval í New York. Sjónvarpið hevur sent regluligar lýsingar frá valevnunum. Tveir liggja ájavnt í meiningskanningunum. Annar er mediamillióningurin Mike Bloomberg, sum

 

verdur stuðlaður av núverandi borgarstjóra og er Republikanari. Hitt er

 

demokraturin Mark Greene. Spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer.

 

Annars má sigast, at valið er merkt av syrgiligu hendingunum 11 september,

 

bumbuhóttanum og herjanini av Anthrax pulvur, sum gevur eitt døkt baksýni.

 

Vit hava tað gott øll somul og kenna okkum trygg. Komandi vikuskifti verður hæddarpunktid í hesi 56 setuni í ST. Tá koma teir stóru at taka orðið. Sum vanligt fær Brasilia fyrst orðið og síðan verður tað amerikanski forsetin

 

George Bush, sum kemur at tosa í 15 minuttir. Teir fortaldu á

 

morgunfundinum hjá donsku sendinevndini, at ST ár 2000 hevdi roynt eina

 

nýggja skipan, har tríggjar lampur vóru á talarastólinum. Ein grøn lampa

 

lýsti, meðan tala vard, ein gul tá talutíðin var um at vera liðug og ein

 

reyð, tá tíðin var úti. Tá Fidel Castro leiðari á Cuba fekk orðið, legði hann

 

ein lummaklút oman yvir lampurnar og talaði seg lidnan. Hetta førdi til

 

lógvabrestir frá luttakarunum og er lítið hugsandi, at hendan skipan verður

 

nýtt aftur.

 

Eg fari at enda hesa ferð og senda bestu heilsur heim til Føroyar.