Helgi er millum tíggju teir bestu

Helgi Dam Ziska er undir liðini á heimsmeistaranum Magnus Carlsen úr Noregi, tá ið tað ræður um lutfalsliga úrtøku á fyrsta borði

Fremsti føroyski telvarin nakrantíð er Helgi Dam Ziska, sum í hesum døgum saman við liðfeløgum sínum á talvlandsliðnum stríðist í talvolympiaduni í Baku í Aserbajdan.

Í flestu førum verja telvararnir við hægstu styrkistølunum fyrsta borðið. Soleiðis er tað eisini hjá Helga Dam Ziska, sum harvið eigur torførasta mótstøðumannin.

Higartil hevur tað gingið upp á stás. Helgi hevur burtur úr sjey talvum vunnið 5 ½ stig. Fýra ferðir hevur hann vunnið fulla úrtøku, og tríggjar ferðir er tað endað við remis.

 

Lutfalsliga úrtøkan hjá Helga á fyrsta borði er 78,6 prosent. Hetta er nett tann sama úrtøkan, sumhon er hjá heimsmeistaranum Magnus Carlsen, sum á fyrsta borði hjá Noregi hevur vunnið 5 ½ av sjey stigum ella 78,6 prosent.

Sambært uppgerð úr Baku, so er Magnus Carlsen nummar sjey og Helgi Dam Ziska nummar átta á listanum yvir teir, sum hava vunnið lutfalsliga størstu úrtøkuna á fyrsta borði. At Magnus Carlsen er frammanfyri Helga kemst av, at mótstøðumenninir hjá Magnusi Carlsen hava havt hægri styrkistal enn Helgi Dam Ziska.

 

Hægstu lutfalsligu úrtøkuna av øllum á fyrsta borði eiga stórmeistararnir Jobava Baadur úr Georgia og Zhang Zhong úr Singapore. Úrtøkan hjá teimum er seks av sjey stigum ella 85,7 prosent.

 

Í morgin fara Helgi Dam Ziska og hinir tríggir føroysku telvararnir – John Rødgaard, Jóan Hendrik Andreasen og Sjúrður Thorsteinsson - at royna seg ímóti kinseiskum telvarum við hægri styrkistali, enn føroyingar nakrantíð áður hava telvað ímóti. Kinesararnir hava allir styrkistal omanfyri 2700.

 

Tað hevur ikki roynst so væl hjá Kina í hesi kappingini, sum tað gjørdi í olympiaduni í Tromsø fyri tveimum árum síðani, tá ið Kina vann gull. Hetta sást aftur í lutfalsligu úrtøkuni hjá kinesarunum. Eingin kinesari hevur higartil vunnið fleiri enn 71,4 prosent av stigunum.

 

Næsthægstu lutfalsligu føroysku úrtøkan higartil eigur Sjúrður Thorsteinsson, sum hevur vunnið 5 ½  stig úr átta talvum ella 68,8 prosent.