Helgi Abrahamsen ætlar sær at gera tað, hann kann, fyri at TROM verður til veruleika. Men hann kann einki gera, fyrr enn løgtingið hevur játtað neyðugu pengarnar, sum eru neyðugir. Tað segði hann í lesarabrævi í gjár, tó uttan at nágreina, hvat hann kann gera. In.fo hevur spurt hann, hvat tað er, sum hann ætlar sær at gera.
– Eitt, sum mann kann gera, er at fáa eina nýggja eykaáttan í heyst, sigur Helgi Abrahamsen.
– Ein spurningur er, hvussu skjótt mann skal hava hesar pengarnar, ella um mann bara skal hava trygd fyri, at tað ber til at fáa neyðugu pengarnar, sigur hann.
Men landsstýrismaðurin fær ikki givið TROM-framleiðarunum nakra vissu fyri játtanina.
– Eg fari ikki at geva pengar, sum ikki eru jattaðir. Spurningurin er, um mann kann finna aðrar loysnir saman við framleiðarunum av sendirøðini, áðrenn upptøkurnar byrja, sigur hann.
Men trupulleikin er, at TROM-toymið má hava eitt svar sum skjótast, tí framleiðslan krevur nógvar fyrireikingar, og tí mugu framleiðararnir vita beinanvegin, um tað ber til at taka sendirøðina upp í Føroyum, ella um teir mugu fara til Íslands at taka sendirøðina upp.
Men hvat sær landsstýrismaðurin so fyri sær, at fer at henda við TROM-filmframleiðsluni?
– Eg dugi ikki at spáa um tað. Tað veldst jú um játtanina. Eg kann sum landsstýrismaður ikki lova nakað, sum pengar ikki eru til, sigur Helgi Abrahamsen.
Nú fer løgtingið í summarferiu, og tingið kemur ikki saman aftur fyrr enn á ólavsøku. At fáa eina eykajáttan í lag er ein longri viðgerð, har landsstýrið skal samráðast, vísir hann á.
– Um vit fáa eina semju um hetta, t.d. við at taka tað við í eina eykajáttan í heyst, so er ein møguleiki fyri, at TROM verður upptikið í Føroyum, sigur hann.
Men sum tað ljóðar á TROM-framleiðarunum, so hava teir ikki tíð at bíða so leingi. Helgi Abrahamsen sigur, at ein møguleiki er eisini, at ein partur verður tikin upp í Føroyum, og ein partur verður tikin upp í Íslandi.
Helgi Abrahamsen leggur dent á, at hann ikki er ímóti, at sendirøðin verður tikin upp her á landi.
– Eg síggi nógvar møguleikar í TROM. Vit hava leingi arbeitt við at fáa eina filmsvinnu í Føroyum, og tankin hevur verið at afturberingarskipanin skal hækka við tíðini. Eg eri sjálvandi áhugaður í, at vit fáa fleiri vinnur, sigur Helgi Abrahamsen.