Helgi nýggjur næstformaður

Sambandsfundin hevur landsfund í dag og hevur valt Helga Abrahamsen, sum nýggjan næstformann í flokkinum

– Magni Laksáfoss hevur verið næstformaður í Sambandsflokkinum, men tað er hann ikki longur.

Valfelagið hjá flokkinum í Eysturoynni, Samhald, skeyt upp, at Helgi Abrahamsen skuldi veljast til næstformann.

Tað gav stríðsval, sum Helgi Abrahamsen vann við 24 atkvøðum móti teimum 18 hjá Magna Laksásfoss.