Sunnudagin var fjallasúkklukapping í Danmark við føroyskum súkklara ovast á sigurspallinum. Kappingin var ein av fimm sokallaðum liga-kappingum, ið eru hægst mettu kappingarnar saman við DM kappingunum.
Havnarmaðurin Helgi Winther Olsen, ið dagliga súkklar á elituliðnum hjá danska felagnum Dansk Mountainbike Klub (DMK), tókti væl um hørðu og teknisku rutuna í Silkeborg.
- Hetta er akkurát tað, eg eri best til. Tá tað gerst nóg hart, er neyðugt við góðum grundformi. Um tú samstundis ert fimur og dugir væl at stýra súkkluni í so torførum omankoyringum sum her vóru, so eru møgulekarnir at róta við heilt frammi góðir, sigur Helgi Winther Olsen.
Í liga kappingunum verður súkklað í ymsum klassum, og tað var í B klassanum, at Helgi vann.
- Har vóru nógvir sterkir súkklarar við hendan dagin. Eg vann serliga, tí eg hevði yvirskot aftaná tungu mótbrekkunar og tískil hevði betri yvirskot at súkkla skjótt omaneftir uttan at gera feilir, greiðir Helgi Winther Olsen frá.
Sigurin hjá Helga merkir, at hann nú skal súkkla komandi liga kappingarnar og DM í A bólkinum. Høgni Rúnason Øster, ið er formaður í nýstovnaða Fjallasúkklufelagið MTBfo, heldur, at hetta kann merkja nógv fyri føroyska fjallasúkkling.
- Tá Helgi nú skal súkkla í A bólkinum, so noyðist hann áhaldandi at hækka sítt støðið. Tað stuðlar eisini sera væl undir vónunum hjá okkum um at kappast um fremstu plássini á komandi oyggjaleikum. Tað sæst ofta, at tá ein súkklari tekur seg serliga nógv framm, vindur burturúr, so dregur tað aðrar við sær og samlaða støðið hækkast."
Hetta vikuskiftið skal Helgi royna seg á fyrsta sinni í A bólkinum. Súkklað verður í Varde á einastu UCI kategori 1 rutuni í Danmark.