So hon hevur fylgt væl við í veðurtíðindunum seinastu dagarnar, og hon vónar sjálvsagt ikki, at øskan fer at darva ferðina ov nógv.
- Eg eri vís í, at tað verður ein stór uppliving at síggja náttúruna, og eisini síggi eg fram til at læra systurflokkin betri at kenna. Men mest av øllum gleði eg meg til at hitta eina rúgvu av fittum fólkum, sigur Helle Thorning-Schmidt, sum í sambandi við ferðina eisini fer suður til stóra silotiltakið á Drelnesi.
Vil hava fólkatingsumboð
Um luttøkuna á landsstevnuni hjá Javnaðarflokkinum leygardagin sigur hon seg fyrst og fremst koma fyri at lurta.
- Men eisini fyri at fortelja, at vit ynskja ein ríkisfelagsskap, sum byggir upp á sínamillum virðing og at vit júst eru felags í ríkinum. Og so vóni eg sjálvandi eisini, at eg kann hjálpa við til, at føroyingar aftur fáa eitt javnaðarumboð á Fólkating, sigur Helle Thorning Schmidt við Sosialin.
--
1966 Fødd í Rødovre
1985 Studentur frá Ishøj Amtsgymnasium
1993 Master frá Europakollegiunum í Brugge
1993 Limur í Socialdemokratíinum
1994 Kandidatur í samfelagsfrøði frá Universitetinum í Keypmannahavn
1994 Sekretariatsleiðari fyri sosialdemokratarnar í Europaparlamentinum
1996 Gift við Stephen Kinnock í apríl
1996 Dóttirin Jóhanna varð fødd í oktober
1997 EU-konsulentur hjá LO
1999 Limur í Europaparlamentinum til 2004
1999 Dóttirin Camilla varð fødd í november
2002 Varalimur í Europeiska Konventinum til 2003
2005 Limur í Fólkatinginum í februar
2005 Forkvinna fyri Socialdemokraterne í apríl
2010 Á vitjan í Føroyum