Tey donsku bløðini eru á einum máli um, at formaðurin í sosialdemokratiska flokkinum, Helle Thorning-Schmidt, er viknað nógv orsakað av tí, sum er komið fram teir seinastu dagarnar.
Í gjár noyddist Helle Thorning-Schmidt at viðganga, at hon hevði givið løgmálaráðnum og skattamyndugleikunum skeivar upplýsingar um skattaviðurskiftini hjá manninum, Stephen Kinnock, og hvussu stóran part av árinum hann er í Danmark. Stephen Kinnock er bretskur ríkisborgari og arbeiðir í Sveis.
B.T. skrivar í dag, at tað er álvarssamt, tá eitt forsætisráðharraevni ikki veit, hvat er rætt, og hvat er skeivt.
Berlingske Tidende skrivar, at Helle Thorning-Schmidt hevur stórar trupulleikar við sínum trúvirði, og sambært Information hevur hon gjørt eitt so stórt mistak, at tað kann blíva trupult hjá henni at varðveita sessin sum floksformaður.
JyllandsPosturin er meiri bersøgin og skrivar, at málið vísir, at Helle Thorning-Schmidt hugsar meiri um egin viðurskifti, og hvat kann gagna henni best og minni um tey veiku ella eitt rættvíst samfelag.
Børsen skrivar í sínari umrøðu av málinumn, at trúvirðið hjá Helle Thorning-Schmidt er í botni.