- men hon kemur kortini ikki til Føroya. Hon fer at halda røðu á stórskíggja í Norðurlandahúsinum - og hon fer at svara spurningum úr salinum - Vit skilja væl, at tað ikki ber til hjá Helle Thorning Schmidt at koma til Føroya, nú fólkatingsval varð utskrivað. Tí vóru vit sera fegin, tá tað kortini eydnast at fáa hana at halda røðu sum ætlað, hóast tað verður á stórskíggja, sigur John Johannessen, løgtingsmaður hjá Javnaðarflokkinum.
John Johannessen sigur, at tey beinanvegin fóru at arbeiða við eini alternativari ætlan, tá valið varð útskrivað.
- Vit vendu okkum tí til Føroya Tele at vita, um tað bar til at fáa forkvinnuna í danska javnaðarflokkinum at halda røðu beinleiðis á stórskíggja úr Keypmannahavn, og tað hevur eydnast, sigur hann.
Tí verður røðan hja Hella Thorning Schmidt hildin sum ætlað og sambært skránni fyri landsfundin.
- Hon hevur eisini sagt mær, at hon fegin svarar spurningum úr salinum, sigur John Johannessen.
----
Hvønn flokk fert tú at velja á fólkatingsvalinum 13. november?? KLIKK HER!!<a>