Helle vitjar í Klaksvík

Í dag hevur danski forsætisráðharrin, Helle Thorning-Schmidt verið í Klaksvík og har vitjaði hon Hvalnes, sum er felagið, sum eigur uppsjóvarskipið Christian í Grótinum og Norðborg.

Skiparin og reiðarin, Kristian Martin Rasmussen, og sølu- og marknaðarleiðarin, Pól Huus, greiddu frá um fiskiskap og marknaði hesi seinastu árini.

Men sjálvt stríðið við ES vildi reiðarin ikki blanda seg uppí.

- Tað var eitt mál, sum politiska skipanin mátti loysa, helt Kristian Martin Rasmussen

Á vitjanini handaði hann Helle Thorning-Schmidt, eina glasskál, sum hon var vælkomin at síggja ein fisk ella kanska ein makrel í, segði lítilætni, sum hann tók til.

Myndina tók Dáwur Winther